Gott 40 vind- og vatnskaðar eru fráboðaðir higartil seinasta samdøgrið.
Flestu skaðarnir eru í Klaksvík og norðurøkinum, har onkur tekja hevur rivið. Tó er ikki talan um stórar skaðar, sum kunnu samanberast við illveðrið sum var herfyri, og tá bygdir í Vágoynni vóru serliga illa raktar.
Almenna samferðslan er tarnað og onkur skúli hevur avlýst skúlagongdina í dag.
Vindurin heldur fram tað mesta av degnum, men ættin fer sum frálíður úr suðri í útsynning og síðani í vestan, men tá minkar vindurin nakað og tað slítur í.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo