Við Journalisten sigur Jón Brian Hvidtfeldt, sum er formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, at starvsfólk í KvF á kunningarfundi søgdu seg vera skelkað av avgerðini hjá stýrinum fyri KvF at koyra Ivan Niclasen, stjóra, til hús.
- Fleiri vístu á, at avgerðin at siga stjóran upp var úti av proportiónum í mun til tað, sum málið snýr seg um, sigur hann millum annað.
Ivan Niclasen varð koyrdur til hús í farnu viku, eftir at tað er komið fram, at hann slapp Freddie Poulsen undan at rinda kringvarpsgjald, tí Freddie ikki var nøgdur við tað sum hann fekk fyri pengarnar.
Við Journalisten sigur Freddie Poulsen millum annað, at eitt dømi um ónøgdina er at finna í dekninginum hjá KvF av tí sum hendi í New York 11. september 2001.
- KvF hevur sagt eina søgu um, hvussu bygningarnir fullu. Tað kann ikki lata seg gera, og tí kann søgan ikki vera sonn, sigur Freddie Poulsen millum annað við Journalisten.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo