Fólkatingið staðfesti í lóg sum varð samtykt týskvøldið, at í Danmark skal flaggast við Dannebrog.
Lógin kom eftir, at ein úrskurður frá hægstarætti í fjør segði, at tað sum øll hildu var galdandi, í veruleikanum ikki er galdandi. Men tað er tað so nú.
Nøkur undantøk eru tó. Flaggast kann við norðurlendsku fløggunum umframt tí týska og lógin er eisini bara galdandi fyri fløgg á stong. Tí ber framvegis til at hanga eitt nú palestinska flaggið, sum nógv gera í hesum døgum, frá altanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo