Vestmanna Kommuna: Í tveimum umførum hevur kommunan bjóðað økið við Bedingina út til alment vinnuvirksemi, men tíverri vísti ongin økinum áhuga.
Orsakað av manglandi almenna áhuganum fyri økinum gjørdi bygdarráðið av at skapa lív í økið, og eru 500 t.kr. settar av á fíggjarætlanini fyri 2025 til ger av einum bátadrátti á gomlu Bedingini.
Bátadrátturin gevur bátaeigarum í Vestmanna møguleika at taka bátin upp til smærri ábøtur og viðlíkahald.
Umframt at bátadrátturin fer at økja um trivnaðin ímillum bátaeigarar, fer nýumvælda Spælhúsið óivað at hava ein virknan leiklut at fáa enn meira lív í økið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo