Støðan í Miðeystri er meira óstøðu nú enn hon leingi hevur verið, og Russland hevur biðið ST trygdarráðið taka støðuna til viðgerðar handan læstar dyr longu í morgin.
Samstundis hevur USA boðað frá, at 75 mál hjá islamiska yvirgangsfelagsskapinum ISIS eru bumbað í Sýria seinasta samdøgrið. Tað er gjørt fyri, at ISIS ikki skal gera sær dælt av íkomnu støðuni í Sýria, har stjórnarloysi valdar, eftir at Bashar al-Assad í gjár varð koyrdur frá.
Í talu í dag segði amerikanski forsetin, Joe Biden, at framtíðin hjá Sýria verður formað júst nú, og at USA ikki fer at loyva, at yvirgangsfelagsskapir sum eitt nú ISIS koma sær fram at valdinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo