Spurdur í amerikanskum sjónvarpi tók komandi amerikanski forsetin upp aftur, at framhaldandi amerikanskur Nato limaskapur er treytaður av, at onnur eisini gera sítt.
Men um hini limalondini "gjalda sínar rokningar" so verur USA verðandi í Nato.
Donald Trump vann forsetavalið í USA 5. novembur, og hann tekur við sum forseti fyri aðru ferð 20. januar.
Hann hevur áður verið sera atfinningarsamur ímóti londum, sum brúka ov lítið upp á verjuna, men tað hevur eftir øllum at døma hjálpt, tí nú eru flestu Nato limalondini komin uppá tey tvey prosentini av BTÚ, sum tey skulu brúka sambært felags lyftinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo