Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ársroknskapurin hjá Peturi Larsen fyri 2023 vísir ein positivan vøkstur, sum nevnd og leiðsla eru nøgd við. Ársúrslitið vísir eitt yvirskot á 823.000 kr aftan á skatt og eina positiva eginogn, sum er ein týðilig betran av úrslitinum í 2022

Dátueftirlitið hevur meldað eina fyritøku til løgregluna fyri brot á dátuverndarlógina. Dátueftirlitið hevur mælt til, at málskravið verður ein sekt á 15 mió. kr.

Fyrisitingin í Fiskimálaráðnum metir, at landsstýrismaðurin hevur heimild at býta svartkjaftin øðrvísi enn higartil. Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið

- Plast er ein av heimsins størstu umhvørvis trupulleikunum í 2024, sambært Earth. Sjálvt um vit vita at plast er ein vandi fyri bæði náttúru og fólk, so verður meira plast framleitt hvørt ár

Vladimir Putin sigur í dag, at tað ikki er ætlanin hjá Russlandi nú at taka býin Kharkiv

Ferðavinnufelagið viðmælir tí løgtingsfólkunum at steðga á og ikki at hasta nakað ígjøgnum, sum ikki er nóg væl viðgjørt

Mikudagin 22. mai klokkan 10 verður nýggj kanning løgd fram á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya um okkara hugburð til Russland og Ukraina

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 11,2 milliard krónur. Tað eru 1,2 millardir krónur, ella sløk 10 prosent, minni enn undanfarna skeið

- Vit fara á staðið at tosa við fólk og royna at finna útav hvør avbjóðingin er

Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 12,5 milliardir krónur. Tað eru 552 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið

- Bústaðarbyrðan var 44% í Tórshavn, 26% í Eysturoynni og Klaksvík, og 30% í øllum landinum í miðal í 2023

Donsk foreldur siga millum annað, at børnini fáa illsinnisherðindi og nýta harðskap, tá ið tey royna at avmarka brúk av skíggjanum

Løgmálaráðharrin eigur at umhugsa sína støðu í flokkinum, efir at tvey partafólk hjá honum atkvøddu ímóti lógaruppskotinum um broytingar í fosturtøkulógini, sum fall í gjár, segði Joannes Eidesgaard í Breddanum fyrrapartin

Løgreglan í Spania hevur lagt hald á 1,8 tons metamfetamin sum Sinaloa-kartellið í Meksiko royndi at fáa inn í Europa

Við jøvnum millumbili koma uppskot um flogvøll á Glyvursnesi og nú er so aftur eitt á veg og nú er tað NATO sum skal byggja og rinda

Erika Anne Hayfield, dekanur og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur útgivið nýggja vísindaliga grein, sum vísir, at tað er serstakliga torført hjá tilflytarum at gerast partur av føroyska samfelagnum

- Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki, sigur Vinnuhúsið

Nýggj kanning vísir, at kovid-19-vaksinan í heyst er minni effektiv yvir fyri nýggju kovid-variantunum, sum hava valdað farna vetur

Soleiðis sum støðan er í heiminum í dag, er upplagt, at NATO rindar fyri at byggja eina flogbreyt á Glyvursnesi. Tað sigur borgarstjórin í Havn, skrivar KVF

- Ein serstøk útgáva, sum verður útgivin í sambandi við World Whisky Day, sum verður leygardagin 18. mai

Formaður er Sámal Hansen, næstformaður er Linda Højgaard, Eystan Elisson er peningarøkil, Laila Rólantsson er skrivari og nýggjur í nevndini er Hans á Lag Jacobsen

- Síðan 2001 hevur Kallnet verið nógv brúkt til bæði vinnuligt og privat virksemi. Seinastu árini eru trygdarkrøvini herd nógv, og fyri at veita vissu fyri trygdini framyvir hevur Nema tikið avgerð um at niðurleggja Kallnet servararnar skjótast tilber

Í gjárkvøldið hevði Firum (fyrrverandi Fiskaaling) móttøku í sambandi við ráðstevnu hjá donsku, grønlendsku og føroysku nevndini í sambandi við tað, tey kalla “FN’s tiår for havet”

- Nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við skotsku og írsku hellingini. Talan var serliga um 2020- og 2021-árgangirnar, har 2021-árgangurin er methøgur sum 3-ára gamal fiskur

Úrslitið í 2023 man verða tað besta í søgu felagsins, skrivar Business Line

Ein 71 ára gamal maður er handtikin, skuldsettur fyri at hava skotið forsætisráðharran í Slovakia. Maðurin er, sambært slovakiskum miðlum, yrkjarin JC Braň

Sambært stjórnarskrivstovuni er forsætisráðharrin í Slovakia fluttur við tyrlu til sjúkrahús í býnum Banská Bystrica

Í nátt og í morgun hevur verið av ringasta veðri á Sandi, ættin var landnyrðingur, sum er sera ring ætt á Sandi. Menn varnaðust í morgun at tekjan á flakavirkinum var um at ríva

Løgmaður vildi ikki, at spurningurin, um verkafólk hjá landi og kommunum skuldu fara í verkfall, skuldi roynast í Fasta gerðarrætti, skrivar KVF

- Verkfallið hevur við sær, at eingin busskoyring er í løtuni. Hetta er galdandi, til støðan millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum broytist, sigur Tórshavnar kommuna

Ein av soppunum í sjónvarpsrøðini ”The last of us” er nú staðfestur í Føroyum

Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í altjóða økinum norðanfyri, meðan meginparturin av tí sildini, sum var fingin í føroyskum havøki, var sild av øðrum uppruna

Føroya Landsstýri hevur í gjár tikið eitt lán á 1.1 mia. kr. við at selja lánsbrøv. Lánið er tikið til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni

Henda myndin er tikin fyri løtu síðani og vísir at bíðirøðin er long av bilum sum ætla sær við burturkasti til Kommunalu Brennistøðina

Inntøkur frá kriminellum virksemi í fleiri londum verður hvítvaskað við keypi av ogn í Sameindu arabisku emiratunum, vísir umfatandi prosjektið Dubai Unlocked

Tað er mark fyri, hvussu nógv brennievni tú hevur loyvi at koyra við. Men tað leggja øll ikki líka nógv í

Tað breyt í bæði borð, tá ið KAF fór í Fasta Gerðarrættin við málinum um verkfallið, sum síðani varð tikið aftur

Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um vakmyndatól. Uppskotið snýr seg um at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp á ávísum støðum, har nógv fólk samlast

Tveir løgreglumenn doyðu undir álopi á ein fangaflutning í Fraklandi - fangin Mohamed Amra, eisini kallaður «Flugan» slapp leysur

Tað váttar Alfred Petersen, nevndarformaður í Fasta Gerðarrættinum, fyri VP

Mjólkavirki Búnaðarmanna hevur fingið undantak, soleiðis at mjólkin ikki fer til spillis, skrivar KVF

Sethúsaprísirnir eru øktir skjótari enn tøka inntøkan í nærum 10 ár á rað, men í 2023 hava sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum staðið í stað

Sethúsaskuldin til donsku realkreditfeløgini var 3,6 mia. kr. í februar 2024 og 9,4 mia. kr. til føroysku bankarnar

Arbeiðarafeløgini, ið eru í verkfalli, hava játtað Strandferðsluni undantaksloyvi at avgreiða siglingina við ferðafólkum sum vant

Av verkfallinum koyrir Bussleiðin ikki týsdagin 14. mai

Forsetin í Turkalandi Recip Tayyip Erdogan sigur í dag at yvir 1000 Hamas-limir fáa viðgerð á sjúkrahúsum í Turkalandi

- Fyrispurningur er sendur til fakfeløgini, ið lýsir ivamálini hjá SSL, men tað er ikki greitt enn, um SSL fær undantøk. Tí ber ikki til í løtuni at siga, hvussu ið tænastan verður komandi dagarnar, sigur Strandferðslan

Fríggjadagin 17.mai klokkan frá 14 til 15 verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur alment fram á Reinsarínum í Tórsgøtu

Í ár var tað Skálafjarðar Sløkkilið, sum fyriskipaði árliga tilbúgvingardagin fyri sløkkiliðsfólkum úr øllum landinum

Á Kósini hava tey arbeitt alt vikuskiftið, og tey koma uppundan við at arbeiða fiskin, sum er inni á virkinum, fyri midnátt, sigur Hanus Hansen, stjóri, við KVF