Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið: Talið á handtøkum er vaksið við einum triðingi og brotini á revsilógina eru nærum tvífaldað árini frá 2019 til 2023 vísa feskastu hagtølini hjá politinum.

Yvirskipað vísa tølini ein vøkstur í samlaða talinum av fráboðanum sambært revsilógini, ferðslulógini og øðrum serlógum. Frá 2019 til 2023 vaks talið av fráboðanum við 14%, hóast talið var lægri í 2023 í mun til 2022. Samstundis hevur, í sama 5 ára tíðarskeiði, verið ein týðandi vøkstur á 32% í talinum av handtøkum. Handtøkurnar vóru tær lægstu í 2020, sum helst er avleiðing av COVID-19 farsóttini og tilhoyrandi stongslunum, serliga av náttarlívinum, umframt avmarkað ferðing og harvið minni smugling av rúsevnum.

Hóast vøksturin í handtøkum, hevur talið av varðhaldsfongslingum verið lutfallsliga støðugt hetta tíðarskeiðið. Hyggja vit at brotum á revsilógina, hevur talan verið um ein vøkstur á 44% í tíðarskeiðnum 2019- 2023, har vøksturin í høvuðsheitum hevur verið innan fyri ríkingarbrotsverk og kynslig brotsverk.

Hagtølini vísa eisini, at talið av fráboðaðum neyðtøkum er vaksið úr 10 í 2019 til 30 í 2023, har tað í 2022 vóru heili 32 fráboðanir. Í tíðarskeiðnum 2020-2023 var upp móti helmingurin av ofrunum undir 18 ár, tá brotsverkið varð framt, har tað í 2019 var null.

Í mun til harðskapsmál, herundir dráp, drápsroynd og óviljað manndráp, er skrásettur ein vøkstur í fráboðanum frá 2020 til 2022 og síðani ein lækking á 23% í 2023. Harumframt vísa tølini, at flestu harðskapsbrotsverk fara fram um náttina í vikuskiftinum.

Rúsevnisbrotsverk í Føroyum hava verið vaksandi seinastu 7-8 árini, hóast talið av fráboðanum ikki endurspeglar hesa gongdina. Tað vísir seg ofta at vera eitt skipað umhvørvi, har málini eru vorðin meira umfatandi og torgreidd í mun til bert fyri nøkrum fáum árum síðani.

Les alla frágreiðingina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo