Skjøl sum rumenska trygdartænastan hevur kunngjørt vísa, at Russland var sera ágangandi í síni uppíblanding í rumenska forsetavalið. Gjøgnum netið í sonevndum hybridálopum ávirkaði Russland úrslitið. Sunnudagin verður annað umfar, og álopini halda fram.
Í fyrsta umfari fekk hin pro russiski og Nato atfinningarsami Calin Georgescu flestar atkvøður. Hann ætlar eisini at steðga øllum stuðli til Ukraina í bardaganum ímóti russiska hersetingarvaldinum.
Í meiningarkanningunum áðrenn valið fekk undirtøku frá einum eitt siffraðum prosenttali av veljarunum, men tá avtornaði hevði hann fingið flestar atkvøður.
Rumenska trygdartænastan sigur, at yvir 85.000 netálop vórðu framd við tí endamálið, at útnytta veikleikar í valskipanini og ávirka úrslitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo