Herfyri vendi ein bussførari sær til VP og segði, at óvanliga nógvir bilar seinastu dagarnar eru uppsteðgaðir á Sandoynni. Allir høvdu tað í felag, at teir høvdu keypt bensin úr eini pumpu hjá Effo á Sandi um vikuskiftið.
Effo váttar nú, at tað er ikki onki um tosið, tí bensinið í eini pumpu hjá Effo á Sandi hevur ikki verið í ordan í seinastuni.
- Pumpan er nú stongd og verður umvæld. Tey sum hava havt trupulleikar kunnu venda sær til Effo og fáa endurgjald, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo