Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Annars fært tú klipp í koyrikortið

Í fjør setti Prestafelag Føroya fram ynski um at gerast sjálvstøðugir limir í NPS

- Tað kemur an uppá, hvør tekur telefonina hjá politinum, sigur Diana K. Kongsbak, forkvinna

Lis hevur drúgvar royndir sum prestur. Tey seinastu 12 árini hevur hon verið prestur í Sorø Klosterkirke

Tað sum eyga ikki sær, hugsa vit ikki nógv um. Tað var sjón fyri søgn í Klaksvík henda dagin, tá stórar nøgdir av óruddi vórðu fingnar upp úr sjónum framvið bryggjukantinum

- Tá ein sandingur vaknaði í morgun fekk hon ein hvøkk, tí í túninum stóð ein fremmandur bilur, skrivar Sands kommuna á Facebook

Tað var nógvur vindur onkra løtu síðstu nátt og har sum tað er ábart eru onkrir smávegis skaðar hendir

Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.770.000 kr. Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, var handaður Ragnari Isaksen vegna Cystisk fibrosufelagið á samkomu í Aulini í Eysturskúlanum í dag

Í vikuni hava umboð fyri Vestmanna bygdarráð verið á vinarbýarvitjan í Snæfelsbær í Íslandi

Eitt stórt skriðulop gjørdi, at henda risaaldan reisti seg og gjørdi um seg í dagavís í Dicksonfjørðinum í landnyrðingspartinum í Grønlandi

Bara tvey pør eru úti, tey fiska upsa og hvítfisk, tað er ikki tað stóra fiskaríið, sigur Fiskamarknaðurin í síni meting

Tórsgøta verður stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn leygardagin 14. september frá klokkan 10 til 16 í sambandi við tiltakið Bryggjulaksur

Ukrainski herurin er farin at brúka nýtt slag av dronum móti russum. Tær seta eld á við flótandi metali

Hundaførarin Finn Hansen og politihundur hansara Tobbi fingu í gjár heiðurssteypið, sum árliga verður latið einum hundaførara í danska kongaríkinum, sum hevur gjørt eitt heilt serligt hjálparavrik

Kringvarpið fer at senda hópin av føroyskum sendingum og dokumentarum í sjónvarpinum í heyst og í vetur

Umhvørvisstovan hevur tikið avgerð um, at virksemið hjá Varðanum Pelagic skal hava nýggja umhvørvisgóðkenning, sum fevnir um alt virksemið hjá Varðanum Pelagic á havnarlagnum á Tvøroyri

Sólaktiviteturin er í hæddini, sum hann ikki hevur verið í 20 ár, og tað gevur vakurt norðlýsið um okkara leiðir

Svenska stjórnin vil í samstarvi við Svøríkidemokratunum gera tað meira attraktivt hjá tilflytarum at flyta aftur til heimlandið

Danski Tjóðbankin hevur í dag lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum. Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall

Meðan skipið liggur við kei, fer tað at gera nakrar dronuflúgvingar yvir sjónum, við tí endamáli at gera venjingar og at taka myndir av skipinum. Dronan er óvápnað

Nýggj kunngerð um læknakanning og heilsuprógv fyri sjófólk er lýst. Kunngerðin kom í gildi 30. august 2024

Eyka koppseting móti covid-19 gevur týðandi heilsufyrimun hjá persónum við vánaligari immunverju, vísir ein nýggj norðurlendsk kanning

Sum spátt varð fyrr í vikuni, so vóru fjøllini hvít í morgun. Hann gekk upp í norðan seinnapartin mánadagin, og hann hevur ligið tráur millum norðan og útnyrðing líka síðan

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Løgmansskrivstovan ikki tulkar reglurnar um eftirløn við 60 ára aldur í landsstýrislønarlógini á rættan hátt

MEST er sum kunnugt í gongd við at tekna og projektera nýggjar ferjur til Strandfaraskip Landsins. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt nú í heyst og síðani verður byggingin boðin út

Í sambandi við fresiarbeiði av vestara vegbana á R.C. Effersøesgøtu verður eingin ferðsla frá Gundadalsvegnum oman til rundkoyringin við SMS frá í kvøld 11. septembur kl. 21 til hósmorgun 12. septembur kl. 6

Strandferðslan dagførir nú bíleggingarskipanina á Smyrli, so at møgulig tøk pláss á bildekkinum á farmatúrum verða leysgivin tveir tímar fyri fráferð

Føroyskar fyritøkur fáa nú ein nýggjan pall at samstarva um burðardygd á. Nýggi pallurin eitur Varandi Vinna

Tað eru 280 fleiri starvsfólk samanborið við sama mánað árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur á 1 prosent

Nú ber aftur til at tekna seg til lutakast um grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu. Talan er um fýra grundstykki í útstykking frá 2017

- Vit hava havt eitt gott samstarv, men okkurt skal barnið eita, nú tað stundar til kommunuval, segði Heðin Mortensen í Breddanum fyrrapartin

Tí hevur leiðslan í eldrasamstarvinum VEKS júst verið í Týsklandi á eini ráðstevnu, ið snúði seg um tøkni og tøkniliga menning í sambandi við eldraøkið, skrivar KVF

Ukrainska dronuálopið í nátt á russiska høvuðsstaðin er tað størsta dronuálopið síðani kríggið byrjaði

Tað er ikki brot á mannarættindi, at ein transpersónur situr sín dóm saman við monnum. Tað hevur Hægstirættur avgjørt í dag

- Fólkatalið í Húsavíkar kommunu vaks við tíggju fólkum, og tað hevur síðan 1. august í fjør gjørt Húsavíkar kommunu fólkaríkari enn Hovs kommuna

Fólkatalið vaks við 296 persónum seinasta árið, og 1. august búðu 54.908 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,5%, sum er minsti árligi vøkstur síðan fólkavøksturin byrjaði fyri á leið tíggju árum síðani

- Tá norska skipið Haltbakk Star í farnu viku legði at bryggja við ”Ískaina” í Havn, gjørdist tú forvitin at vita, hvat skipið gjørdi í Føroyum (Mynd: Vagnur)

Hóast skaðaútreiðslurnar í fyrra hálvári vóru størri, enn tær hava verið undanfarin ár, fegnast leiðslan um, at Trygd er í støðugari menning

- Fyri fyrstu ferð er tað eydnast at fáa serstakar ásetingar um lønarviðurskiftini hjá leiðarunum á einum sáttmálaøki í sáttmálan

Ukrainskir hermenn siga hava skotið eina russiska kanningardronu niður í 3620 m hædd

Tvey ára sáttmálin er galdandi fyri maskinmeistarar í vinnu á landi

Toftamaðurin Jóan Jacob Skoradal vann Kiwanisbátin í ár

- Vegurin um Gøtueiðið er stongdur í løtuni, sigur Landsverk

- Eitt átak, ið økir um arbeiðsútboðið, er at hækka pensjónsaldurin. Umframt at tað økir um arbeiðsútboðið bøtir tað eisini um haldførið

Ein avbjóðing fyri framhaldandi vøkstri í føroyska búskapinum er trot á arbeiðsmegi. Í almenna geiranum er tørvurin á starvsfólkum 2000 fram til 2030

Tað hevur í nógv ár verið ein ódekkaður tørvur á bústøðum í Føroyum. Tí mugu fleiri grundleggjandi stig takast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrásøgn síni

Fiskavirkisskipanini skeiklar arbeiðsmarknaðin. Skipanin er ein forðing fyri, at arbeiðsmegin í skipanini leitar sær til aðrar vinnur, har arbeiðsmegin hevði givið eitt størri íkast til búskapin og virðiskapanina í Føroym

- Ímeðan pengarnir streyma inn gloyma føroyingar, at tað er mark fyri hvat náttúran tolir, skrivar umhvørvisaktivistur í Altinget

Seinastu fimm dagarnar eru fýra fólk álopin av kongaørnum ymsastaðni í Noregi. Hetta er sera sjaldsamur atburður hjá fuglinum, siga serfrøðingar