Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hetta meðan danir, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja, at Føroyar, sum einasta land í heiminum, skal kvetta alt samband við Russland.

ES innflutti fyri 1.138 milliardir krónur frá Russlandi frá Januar-August í 2022.

Árið fyri var innflutnigurin 707 milliardir kr.

Vøksturin er sostatt yvir 60%.

Sama tíðarskeið útfluttu ES-lond fyri 282 milliardir til Russlands, har eisini Danmark átti sín lut í hesum milliardunum.

Danir innflyta úr Russlandi ma. oljuúrdráttir, jarn, stál og fóðurúrdráttir.

Danir útflyta ma. maskinir og lutir til russiskan ídna, heilivág og fisk.

Meðan samhandilin millum Russland og ES eksploderar, so vilja danir og okkara fólkatingsumboð spreingja lívsgrundarlagið hjá yvir 300 føroyskum familjum í luftina.

Fiskiveiðisamstarv tryggjar ikki bara føroyskum familjum, men tryggjar eisini burðardygga veiðu.

Harafturat hevur ST-aðalskrivarin heitt á øll heimsins lond um ikki at boykotta samhandil við matvørum.

Tað eiga vit at halda okkum til.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo