Uppskotið um at avtaka Dýra biðidag sum heiligdag kemur fyri í Fólkatinginum í dag, men mótstøðan er bara vaksandi. Áður hava fakfeløgini, biskuppar og vinstrivongurin, sum heldur at uppskotið fer at veksa um ójavnan í samfelagnum, gjørt vart við seg.
Men eisini í sjálvum baklandinum hjá danska javnaðarflokkinum prutlar ein ónøgd. Í eini nýggjari kanning, sum Politiken hevur gjørt ímillum býráðslimir hjá flokkinum, er ein týðulig misnøgd at hóma. 44% av teimum spurdu svaraðu nei uppá spurningin, um tað er eitt gott hugskot at avtaka Dýra biðidag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo