Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

At løgmaður og samgongan ongan politik hava, men bert yvirskipaðar, í skundi niðurfestar orðingar, sum tey kalla eitt samgonguskjal, tað vita væl øll, sum fylgja tað minsta við.

Men at løgmaður onga virðing hevur fyri teimum politisku mannagongdum, sum lond, sum vit samanbera okkum við, byggja teirra stýri á, tað hoyrdu vit so í útvarpinum á miðdegi. 

Sendistovan í Ísrael, ein sólksinssøga!
Skilagott varð løgmaður spurdur um føroysku sendistovuna í Ísrael. Hon er ein av sólskinssøgunum hjá farnu samgongu, men eisini eitt av hansara eymu málum. Eitt mál, sum hann gjørdi seg til talsmann ímóti, tá tað varð viðgjørt og samtykt á Løgtingi.

Ikki bert tosaði hann ímóti at seta sendistovuna á stovn, nei, hann fór longri og legði uppskot fram á Løgting um at brúka peningin, sum sendistovan fór at kosta, til at útbúgva yngri læknar í Føroyum.

Tvs. at hann fór upp í søguliga og ódámliga kórið av politikarum, sum hava givið jødafólkinum skuldina fyri alt tað ringa, sum hendir, hesuferð at ov fáir yngri læknar verða útbúnir í Føroyum.

Dámar ikki minni flokkar
Men í útvarpinum í dag vóru tað ikki jødar, sum blivu hetzaðir, men ein annar minniluti, annar av teimum minni flokkunum, sum hevði vága sær at tosa fyri sendistovuni.

Sambart løgfrøðinginum og floksleiðaranum, løgmanni Føroya, skuldi Ísraelska sendistovan ongantíð verði komin, tí tað var ein lítil flokkur, sum ynskti hana.

Tó nágreinaði løgfrøðingurin ikki, hvar markið fyri ein politiskan flokk eigur at verða, fyri at hesin onga ávirkan skal hava.

Um tað er 6 %, ella 4%, kanska 8%, 10% ella 20?

Ella droymir "javnaðar"floksleiðarin veruliga um eitt meirilutadiktatur?

Øll, sum fylgja tað minsta við í politikki, vita, at tað var meirilutasamgongan millum fólkaflokkin, sambandsflokkin og Miðflokkin, sum stóð aftanfyri uppskotið um sendistovuna í Ísrael!

Avgerðin varð bygd á tað fólkaræði, sum flestu, um ikki allir føroyingar, sæð burtur frá nøkrum fáum ultrareyðum, sum enn droyma um gamlar dagar, standa aftanfyri og verja.

Núverandi samgonga er samansett av trimum flokkum- harav ein ikki er stórvegis størri enn Miðflokkurin.

Um ikki annað, so fingu hesi í dag greiðar ábendingar um, hvat løgmaður teirra heldur um tey, og hvat tey kunnu vænta sær av og í núverandi samgongu. 

Jenis av Rana
formaður Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo