Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Helgi Abrahamsen á Facebook: Um eg skilti Dennis Holm, landsstýrismann, rætt í Útvarpinum í dag, so segði hann at Suðuroyartunnilin fer at kosta tað sama í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, sum Leirvíkstunnilin kostaði í sama lutfalli í 1985.

Leirvíkstunnilin kostaði 52 mió. krónur í 1985. Tá var bruttotjóðarúrtøkan 5,4 mia. krónur. Tað vil siga, at tunnilin kostaði 0,96 prosent av Bruttotjóðarúrtøkuni.

Eg veit ikki, hvussu stór bruttotjóðarúrtøkan er nú, men helst liggur hon um einar 23 mia. krónur. 0,96 % av tí er 221 mió. krónur.

Neyvan hevur nakar nakað ímóti at gera ein Suðuroyartunnil fyri 221 mió. krónur. Landsverk sigur, at tunnilin kostar meira enn 24 ferðir so nógv.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, var eisini í Útvarpinum, har hann segði, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum villleiðir fólkið.

Hoyr innslagið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo