Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava seinnapartin í dag viðgjørt samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Fundurin var í danska forsætismálaráðnum.

Á fundinum umrøddu tey millum annað avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini, sum landsstýrið vil beina burtur, so at Føroyar í størri mun kunnu røkja síni áhugamál úti í heimi.

- Eg gjørdi vart við, at skiftandi landsstýrið ferð eftir ferð hava víst á tørvin at broyta uttanríkispolitisku lógina, men at tað gongur seint at fáa framt hesar broytingarnar.

- Okkara mál er enn sum áður at vinna Føroyum størri uttanríkispolitiskt rásarúm á økjum, vit sjálvi hava ábyrgdina av.

- Okkara uttanríkispolitisku áhugamál eru ikki altíð tey somu, sum Danmark hevur, tí millum annað ræðið á handils- og fiskivinnupolitikkinum er flutt til ES.

- Tað er einaferð so, at vit í Føroyum best umboða okkara áhugamál úti í heimi, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo