Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarmálaráðið hevur í dag sent uppskot til løgtingslóg um talgilt samleikakort í almenna hoyring.

Samleikakortið verður saman við talgilda koyrikortinum partur av appini Skjáttan, sum Talgildu Føroyar í løtuni eru í gongd við at menna. Appin fer at hýsa almenn prógv og loyvi á einum stað.

Endamálið við lógaruppskotinum er at geva talgilda samleikakortinum neyðugu løgfrøðiligu karmarnar, samstundis sum samleikakortið við lógini verður viðurkent sum almenna talgilda samleikakortið í Føroyum. Øll, sum hava Samleikan, kunnu eisini brúka samleikakortið. Aldursmarkið fyri at fáa Samleikan er 13 ár.

Samleikakortið fer eitt nú at kunna verða brúkt, tá ið tú skal prógva t.d. bústað fyri at fáa avsláttur frá Strandferðsluni ella skal prógva ein ávísan aldur fyri at keypa eina ávísa vøru.

Eftir ætlan verður samleikakortið liðugt ment og klárt at taka í brúk í vár.

Tú kanst lesa meira um samleikakortið á heimasíðuni hjá Talgildu Føroyum.

Uppskotið er til hoyringar á hoyringsportalinum hjá Landsstýrinum fram til 21. februar 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fmr(at)fmr.fo í seinasta lagi 21. februar 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo