Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 052/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um meirkostnað av nýggju samgonguni

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Kann løgmaður upplýsa og útgreina, hvussu stórur meirkostnaðurin verður av teimum broytingum, nýggja samgongan og landsstýrið hava samtykt at gera, m.a. við at hækka talið av landsstýrisfólkum við tveimum - úr sjey upp í níggju. Í útgreiningini verður hugsað um økta lønarkostnaðin av tveimum nýggjum landsstýrisfólkum, møguligum nýggjum aðalstjórum, øðrum eyka starvsfólkum í nýggjum og verandi ráðum, kostnaðin av nýggjum og/ella dagførdum hølum v.m.

Svar:
Tað er ikki altíð samanhangur í millum tal av stjórnarráðum og útreiðslur til fyrisitingina. Tá undanfarna landsstýri varð skipað í 2019, lækkaði talið av stjórnarráðum úr átta niður í sjey. Men hóast undanfarna samgonga lækkaði talið av stjórnarráðum, vaks bæði samlaða talið av ársverkum og útreiðslum í stjórnarráðunum frá 2019 til 2020 og árini eftir, sambært upplýsingum í Búskaparskipan Landsins. Tá er hædd tikin fyri, at Uttanríkis- og mentamálaráðið flutti ein part av sínum arbeiðsuppgávum og starvsfólkum í Undirvísingarstýrið, sum er uttanfyri stjórnarráðið.

Somuleiðis hevur landskassin ein stóran part av 2022 rindað løn til 10 landsstýrisfólk, sjálvt um tað bert vóru sjey stjórnarráð, tí fleiri útskiftingar vóru í undanfarna landsstýri.

Til ber ikki at gera neyvt upp, hvat kostnaðurin verður av at talið av stjórnarráðum hækkar úr sjey og upp í níggju, eitt nú tí nakrar setanir enn eru fyribils. Men løn, møgulig eftirløn og møguligt kostnaðarendurgjald skulu rindast til níggju landsstýrisfólk, ístaðin fyri sjey. Harumframt skal rindast løn og eftirløn til tveir aðalstjórar aftrat. Her er tó talan um tveir deildarstjórar, sum vóru í starvi frammanundan, sum nú eru settir sum virkandi aðalstjórar, tí er kostnaðurin ikki full aðalstjóraløn, men bert munurin millum eina aðalstjóraløn og deildarstjóralønina, sum tey fingu frammanundan.

Um samlaða talið av starvsfólki annars er tað sama, er kostnaðurin sum meginregla tann sami eftir at broytingin er framd. Nýggju stjórnarráðini húsast í verandi bygningum, sum landið er í. Tí er eingin meirkostnaður av at dagføra ella leiga høli.

Landsstýrið strembar eftir, at talið av starvsfólkum ikki skal hækka orsakað av sjálvari broytingini av talinum av stjórnarráðum. Hinvegin kann vera neyðugt at hækka talið av starvsfólkum, um okkurt øki skal uppraðfestast.

Sum dømi kann nevnast, at samgongan hevur sett sær fyri at fremja nakrar yvirtøkur av málsøkjum frá donskum myndugleikum, og tá er neyðugt at seta fólk til umsitingina í hesum sambandi.

Somuleiðis, at talið av stjórnarráðum verður hækkað úr sjey og upp í níggju, er m.a. eisini tí, at samgongan hevur sett sær fyri at uppraðfesta eitt nú umhvørvismál, sum nú fær sítt egna stjórnarráð og økið børn og útbúgving, sum eisini fáa sítt egna stjórnarráð. Eisini kann nevnast, at nøkur málsøki seta størri krøv enn áður, eitt nú trygdar- og verjumál.

Tá hetta er sagt, so haldi eg at tað er neyðugt at hyggja eftir útreiðslunum í einum breiðari høpi, enn bert talið av starvsfólkum í fyrisitingini hjá stjórnarráðunum, tí hesi eru bert ein lítil brøkpartur av almennu ársverkunum.

Í 2015 vóru 143 ársverk í fyrisitingini hjá stjórnarráðunum, ið svaraði til 3,18% av samlaðu ársverkunum hjá tí almanna. Í 2022 vóru 157 ársverk í fyrisitingini hjá stjórnarráðunum, ið svaraði til 2,96% av samlaðu ársverkunum hjá tí almenna. So hóast ein ávísur lítil vøkstur hevur verið yvir tíð í tali av ársverkum í øllum stjórnarráðunum samanlagt, er talið vaksið lutfalsliga minni enn talið av ársverkum hjá landinum samanlagt. Stjórnarfyrisitingin verður sostatt støðugt meira effektiv.

Í Tinganesi, 17. januar 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo