Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur lýst kunngerðina um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi, sum er komin í gildi í dag 25. januar 2023.
Sambært kunngerðini kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fram til 30. apríl 2023 fiska 10.920 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.
Fram til og við 17. februar 2023 kunnu føroysk skip tilsamans landa í mesta lagi 8.190 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.
Eftir 17. februar 2023 er loyvt føroyskum skipum at landa tilsamans í mesta lagi 4.000 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.
Kunngerðin um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi kann lesast her: Kunngerðablaðið A (kunngerdaportalur.fo)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo