Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump setti í gjár hol á valstríðið fram ímóti næsta forsetavali á fundum hann helt í South Carolina og New Hampshire.
- Eg eri illari og meira eldhugaður nú enn nakrantíð, segði Trump við tey sum lýddu á.
Áður hevur Donald Trump fingið stuðul frá einum meiriluta í republikanska flokkinum, men í seinastuni hava alt fleiri teirra sagt seg ivast í, um hann er rætti maðurin at vinna á valinum, sum verður næsta ár.
Ongin avgerð er tikin um, hvør skal umboða republikanararnar, og sagt verður at guvernørurin í Florida Ron DeSantis er hann, sum fer at vera størsti avbjóðarin hjá Donald Trump.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo