Fyrsta røðan hjá Erlingi Eidesgaard:
Frú forkvinna, Tað er mær ein stórur heiður at standa á hesum háttvirda og tignarliga talarastóli. Tað er við stoltleika og við stórari virðing at eg standi her.
Og fyrsta málið, har eg havi heiðurin at vera framsøgufólk, er mín sann eitt yvirtøkumál. Ikki av teimum heilt stóru yvirtøkunum gamaní, men tó eitt stig rætta vegin.
Hetta er ein yvirtøka, sum bleiv fyrireikað og løgd fram av farna landsstýri, men fall burtur, tá val bleiv útskrivað. So málið er stórt sæð bara sett fram av nýggjum. --- Tað er lag á manni at liggja og damla á deyðavatni í einari danskari jollu, meðan sungið verður "Sejler op ad åen, sejler nedad igen". Tað gera vit nógv av í Føroyum.
Vit eru ruraði í svøvn í donskum loysnum, sum eru smoygdar niður yvir okkum og sum onnur gjalda fyri. Og í allari almindiligheit, í friðartíð, kundi mann næstan sagt, so riggar tað so mikið væl - tíverri freistist eg til at siga - at vit fáa ikki upp í lag at gera nakað við tað. "I en lille båd der gynger, sidder jeg og synger."
Men tá tað dregur á luftina og tá tað brýtir í bæði borð, so síggja vit, so gott sum hvørja ferð, at danska jollan ikki er eitt hóskandi far. Og tað sóu vit eisini her. Tað lak ímillum teori og praksis, her vóru eingi amboð og her var í roynd og veru eingin tilbúgving klár. Hana máttu vit sjálvi stápla uppá beinini. Og heldigvís eru vit kreativ og hava nógv góð fólk, sum kundu traðka til í einari knappari vending. Tað vísir bara, at vit klára tað, og at vit mugu hava okkara egnu loysnir, tá á stendur.
Og tá á stendur, standa vit saman. Tá er líka mikið, um mann er sambandsfólk ella loysingarfólk. Tí tá er semjan breið, og tá síggja vit øll, at vit gera tað best, tá vit sjálvi sita við stýrisvølin og tá vit sjálvi taka ábyrgd.
Vit mugu sjálvi byggja borð fyri báru. Eingin ger tað fyri okkum. Vit kunnu ikki dúva uppá danskar loysnir í Føroyum. Tær eru gjørdar til eitt heilt annað samfelag enn okkara, og tað er bara lukkutreff, um tær rigga í Føroyum. Einki rættsiktað menniskja fer út á streymasjógv í einari jollu, sum ikki er bygd til endamálið. Skulu vit klára umstøðurnar her hjá okkum og skulu vit út á opið hav, so er neyðugt, at hava rætta bátin. Vit skulu hava loysnir, sum rigga í Føroyum. Tað er sjálvandi hugstoytt og ber kanska bráð av líkasælu og dovinskapi, at tað skal ein heimsumfatandi pandemi til fyri at purra okkum út, og fyri at avdúka, at ein skipan, sum til dømis verandi farsóttarskipan ikki riggar optimalt í Føroyum. Men neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Og um hetta kann seta ljóskastaran á problematikkin við óhóskandi donskum skipanum í Føroyum, sum eg tori at siga er generellur, so hava vit kanska lært eitt sindur. Tað var nokk Winston Churchill, sum segði, "Never let a good crisis go to waste". So kanska kann hetta læra okkum øll, sambands- og loysingarfólk, at vit mugu taka ábyrgdina av ikki bara hesum lítla øki, men av øllum viðurskiftum í hesum landinum. Tí áðurnevndi problematikkur er eisini galdandi fyri onnur øki. Loftrúm, løgreglu og rættarskipan bara fyri at nevna nøkur fá. Eg vil rósa farna landsstýri fyri handfaringina í sambandi við koronufarsóttina. Farna landsstýri stýrdi okkum við hepnari hond ígjøgnum pandemiina. Vit sloppu sera væl ígjøgnum kreppuna; bæði menniskjasliga og fíggjarliga. Og har onnur lond gjørdu tað við, meira ella minni, harðari hond, gjørdu vit tað við tilmælum. Vit stóðu saman og funnu konstruktivar loysnir uppá trupulleikar, sum vóru heilt nýggir, men ikki heilt ókompliseraðir. Og hóast ábyrgdin lá millum skins og hold, og vit ikki høvdu bestu fortreytirnar, so vísti tað seg, at tað vóru vit sjálvi, sum tóku tað størsta takið, bæði so og so, og eingin annar. Soleiðis eru vit, minnist til tað! Og helst er tað tí, at semjan um hesa yvirtøkuna er so breið í dag.
Og so haldi eg, at eg eisini skal nevna Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur rós uppiborið fyri stigtøkuna til hesa yvirtøkuna av farsóttarøkinum og fyri tað megnararbeiði, sum hann hevur gjørt sum landsstýrismaður í sambandi við stovnseting av Fólkaheilsustýrinum.
“Veðrið blíðkar fyri hugaðum monnum.” Men dupult so hugaligt er tað fyri ein loysingarmann, at hendan yvirtøkan, sum krevur tvær lógarbroytingar, upprunaliga varð fyrireikað av einum landsstýrismanni og einum løgmanni úr Sambandsflokkinum. Hetta boðar frá, at vit saman fara at flyta landið longur fram við egnum mátti.
Hendan yvirtøkan er, sum sagt, ikki ein av teimum stóru, men allur bati bøtir, vit telja hvørja tinnu við, og sjálvandi skal eisini hetta øki vera á føroyskum hondum. Eitt, sum rakti meg hart í koronutíðini, nógv harðari enn sjúkan sjálv, sjálvt um hon rakti meg tvær ferð, var at vera vitni til, at danskarir sendu okkum olmussupakkar við skamtum, sum danski skattgjaldarin rindaði fyri; sum til eitt annað menningarland.
Og at okkara landsapotekari varð reduseraður til ein kurér, sum koyrdi vestur á flogvøllin eftir pakkum, sum hann illa nokk visti, hvat innihald var í. Tann parturin var beinleiðis flóvisligur. Hetta má ikki henda aftur. Vit mugu sjálvi stýra slíkum og gjalda. Alt annað er pínligt.
Tað hevði verið ynskiligt, at landslæknaembætið var við í hesi yvirtøkuni.
Eg trúgvi, tað hevði ligið væl í nýggja Fólkaheilsustýrinum og hevði uttan iva givið hesum nýggja stovni størri tyngd. Men eg havi skilt á lagnum, at tað kanska fyrst og fremst var habilitetsspurningurin í sambandi við autorisatiónir og eftirlit, sum fekk undanfarna landsstýri at drála við yvirtøkuni av landslæknaembætinum. Tað er spell, at tað varð útsett, tí mangar stúranir eru óneyðugar og ivaleyst eisini hendan.
Núverandi samgonga, sum eg eri partur av, hevur yvirtøku av landslæknaembætinum á skrá og vónandi fær tað breiða undirtøku, tá tað kemur í Tingið.
Eitt annað, sum eg fegnist um at síggja er, at ynskini ella krøvini hjá bæði danska verjumálaráðnum og danska heilsumálaráðnum, um, í ávísan mun at varðveita valdið í sambandi við farsóttarátøk í Føroyum, serliga kanska í sambandi við donsku herskipini, sum sigla her um leiðir, kategoriskt blivu avvíst av farna landsstýri. Tá vit yvirtaka farsóttarøkið, so fáa vit sjálvandi allar heimildirnar fyri ALT landið og fyri ØLL í Føroyum. Og sjálvandi eru tað vit, sum hava ræðið, eisini tá tað snýr seg um danskar myndugleikar og til dømis donsk herskip í Føroyum. Har hevur farna landsstýri hildið fast og avvíst danska ynskinum. Tað er gleðiligt at síggja. Og tað er sera umráðandi fyri føroysku tjóðina altíð at standa rimmarfast í slíkum tvídráttum, og tað fara vit sjálvandi eisini at gera. Hendan yvirtøkan merkir eisini ein blokkniðurskurð. Og tað fegnist eg sjálvandi eisini um. Hvussu stórur, hann verður, vita vit ikki enn. Men jú størri, jú betri.
Hendan samgongan er samd um at skerja blokkin við 25 mió um árið næstu 4 árini. Fyrstu 25 milliónirnar skulu av longu í ár. Harumframt eru nakrar yvirtøkur á skrá, sum somuleiðis taka danskar pengar burtur úr føroyska búskapinum, har teir ikki hoyra heima. At enda skal eg boða frá, at Tjóðveldi sjálvandi fult og heilt stuðlar hesari yvirtøku og at vit gleða okkum til at viðgera uppskotini í Trivnaðar- og Uttanlandsnevndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo