Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Fast track og eftirlit
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendska arbeiðsmegi í starvi, verður framt fýra ferðir árliga, sum avtalað varð, tá skipanin við fast track varð sett í gildi?
2. Arbeiðir landsstýrismaðurin við nakrari ítøkiligari ætlan at styrkja eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendingar í arbeiði, enn meira?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at vissa sær, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, eru kunnaðir um lønar- og setanartreytirnar, fakfelagsrættindi o.a. á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa eitt eftirlit við bústaðarviðurskiftunum hjá útlendskari arbeiðsmegi, so tað verður tryggjað, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða eitt tíðarskeið, hava virðilig livikor?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða fast track-skipanina, so skipanin ikki kann fáa negativa ávirkan á føroyska arbeiðsmegi, sum á summum arbeiðsplássum verður koyrd heim, tá minni arbeiði er?
Viðmerkingar:
Viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru sum heild góð, men eftir øllum at døma eru undantøk. Fjølmiðlar hava borið søgur um útlendingar í matstovuvinnuni, ið eru illa viðfarnir.
Tað legst støðugt afturat við útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sjey prosent av arbeiðsmegini hava nú annan ríkisborgaraskap enn danskan. Vit skulu virðismeta stóra arbeiðið, sum útlendingar gera í Føroyum, men vit mugu hava vissu fyri, at tað er eftir teimum lønarsáttmálum og setanartreytum, sum eru galdandi í Føroyum.
Útlendska arbeiðsmegin kemur ofta hendavegin úr láglønarlondum við øðrvísi arbeiðsmarknaðarviðurskiftum enn okkara. Tey duga av góðum grundum ikki føroyskt, og í øðrum førum duga tey heldur ikki enskt. Tað er av somu orsøk óvist, um tey vita, hvar og hvussu tey skulu venda sær til myndugleikar at boða frá, um tey eru fyri órætti.
Í øðrum føri hava føroyskir arbeiðsgevarar sagt, at í teimum tíðarskeiðum, tá tað ikki er nóg mikið av arbeiði til øll starvsfólk, verða føroysku arbeiðsfólkini ikki boðsend til arbeiðis, tí útlendingar eru tryggjaðir 40 tíma arbeiðsviku.
Á Løgtingi, 20. januar 2023
Uni Holm Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo