Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sólvit Emilsson Nolsø, tingmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Umlættingar- og frítíðartilboð
Spurningar:
1. Hvørjum loysnum arbeiðir landsstýrismaðurin við, so tørvurin á umlættingar- og frítíðartilboðum verður loystur?
2. Hvørjum loysnum arbeiðir landsstýrismaðurin við, so tørvurin á bústovnum og sambýlum til fólk, sum bera brek, verður loystur?
Viðmerkingar:
Seinastu árini er eru alt fleiri fólk løgd afturat á bíðilistanum til bústaðar-, umlættingar- og frítíðartilboð frá Almannaverkinum. Fleiri fólk bíða eisini leingi eftir einum tilboði. Fleiri av hesum málunum eru eisini blivin almenn umvegis miðlar, har tað oftast eru foreldur, sum gera vart við manglandi tilboð til børn síni.
Tað hevur verið arbeitt við fleiri loysnum. Millum annað við at útvega Almannaverkinum størri eindir. Endamálið við teimum størru eindunum hevur verið at tryggja tilboðini betur. Størri eindir hava eisini størri starvsfólkahópar við sær, ið skapa betri starvsfólkatrivnað.
Frágreiðingin Í Góðum Hondum, sum varð gjørd í 2022, leggur upp til at útvega Almannaverkinum størri eindir og savna tilboðini, sum verkið skal bjóða, á færri og størri eindum. Leisturin er royndur í nøkrum førum og við góðum royndum. Seinasta dømi er gamli musikkskúlin á Frúutrøð í Havn, sum Almannaverkið umsíðir hevur fingið at brúka til frítíðartilboð.
Neyðugt er at arbeiða miðvíst við at loysa trupulleikan, tí sum land hava vit bundið okkum til at veita nakrar grundleggjandi tænastur til fólk, sum hava ein serligan tørv.
Hetta eiga vit at loysa sum skjótast og á skilabestan hátt.
Á Løgtingi, 24. januar 2023
Sólvit E. Nolsø
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo