London-stjórnin ætlar sær at steðga lógini sum tey fólkavaldu í Skotlandi hava samtykt til tess at gera tað lættari juridiskt at skifta kyn í Skotlandi, sambært bretska ráðharranum.
Skotland-ráðharrin Alister Jack í bretsku stjórnini váttar í kvøld at stjórnin fyri fyrstu ferð fer at brúka rættin at blokkera eina skotska lóg, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo