Chris Hipkins verður nýggjur forsætisráðharri í Nýsælandi. Hann er í dag landsins uttanríkisráðharri, men verður væntandi formliga valdur til forsætisráðharra í morgin.
Hann er tann einasti sum hevur stillað upp, og freistin fór í gjárkvøldið.
Hann tekur við eftir Jacindu Ardern, sum leggur frá sær 7. februar. Tá hevur hon sitið í umleið háltsætta ár. Tá hon varð vald í 2017 var hon bert 37 ára gomul, og sostatt yngsti stjórnarleiðari í heiminum.
Tjóðartingsval verður í Nýsælandi í oktobur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo