Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir §52a í tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Fígging av Suðuroyartunlinum

Spurningar:
1. Hvørjir møguligir fíggingarleistir til Suðuroyartunnilin fyriliggja ítøkiliga, sum landsstýrismaðurin vísir á í samrøðu við Kringvarpið tann 22. desember 2022?

2. Ætlar landsstýrismaðurin undir fyrireikingunum at kanna, um statslán frá Danmark er ein møguleiki til at fíggja Suðuroyartunnilin?

Viðmerkingar:
Í samrøðu við Kringvarpið tann 22. desember 2022 segði landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, at Suðuroyartunnilin verður settur í gongd í hesum valskeiðinum, og tað merkir, at byrjað verður at bora í hesum valskeiðinum.

Tá landsstýrismaðurin í somu samrøðu bleiv spurdur um fíggingina, svaraði hann m.a. fylgjandi:

“Okur finna ein fíggingarleist fyri tað, tað liggja modellir fyri, hvussu okur loysa tað, so tað loysa okur eisini.”

Vísandi til omanfyristandandi úttalilsi frá landsstýrismanninum, so fyriliggja tað fleiri modell til fíggingarleist fyri Suðuroyartunnilin, og tí er viðkomandi at fáa eina nærri kunning um, hvørji hesi modell eru.

Danmark er millum tey einans 11 londini í heiminum, sum hava triple A-rating, sum er hægst møguliga rating, og gevur hetta atgongd til ta lægstu rentuna á altjóða fíggingarmarknaðinum.

Tí er áhugavert at kanna, um statslán frá Danmark kann verða ein møguleiki at fíggja Suðuroyartunnilin.

Fígging er altavgerandi fyri at gjøgnumføra hesa byggiverkætlanina. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
 
Á Løgtingi, 26. januar 2023
Erhard Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo