Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-053/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann, frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, um kritiska undirstøðukervið – samskiftislinjurnar.

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvat var orsøkin til, at bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin, so at siga, mistu alt samband við umheimin tann 30. desember 2022?

2. Kann sama brek henda aftur?

3. Er tað aðrastaðni í landinum, at brek á ein einsamallan kaðal kann kvetta alt samband við umheimin?

4. Er tað møguligt, at alt landið missir sambandið við umheimin, um ein einsamallur kaðal fær brek í miðstaðarøkinum?

5. Hvussu kann ein slík støða fyribyrgjast?

6. Hvat kostar tað at fyribyrgja slíkum breki?

7. Hvør er tilbúgvingin í slíkari støðu, har allar vanligar “samskiftislinjur” eru óvirknar?

8. Hava eitt nú løgreglan, sjúkrabilurin og sløkkiliðið nakra alternativa “samskiftislinju” tá ein slíkur kaðal fær brek?

Tað er dóttirfelagið NET í Føroya Tele samtakinum, sum rekur tann partin av undirstøðukervinum sum fekk skaða í kavaruddingini, sum so ávirkaði bæði útvarp, sjónvarp, breiðband og fartelefoni.

Fyri at svara hesum fyrispurninginum havi eg fingið fylgjandi frágreiðing frá Føroya Tele til settu spurningarnir:

Svar til spurning 1
Hvat var orsøkin til, at bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin, so at siga, mistu alt samband við umheimin tann 30. desember 2022?

Nógvur kavi hevði verið norðanfyri og skalvur lá við tunnilsmunnan á Árnafjarðartunlinum Klaksvíksmegin. Í samband við arbeiðið at grava nógva kavan burtur, fekk ein fipurkaðal skaða. Skaðin hendi beint við tunnilsmunnan.

Fipur varð lagdur gjøgnum gomlu tunlarnar norður um fjall í 2006. Fipurkaðalin liggur í veitini á sunnaru síðu í tunlunum. Umstøðurnar eru ikki tær bestu, men ongin skaði hevur verið á fipurin hesi 16 árini.

Av tí, at nógvur ísur og kavi lá á plássinum, har kaðalbrekið var, tók longri tíð, enn vanligt, at finna fram til brekið. Umstøðurnar vóru vánaligar at umvæla brekið, tí mátti tunnilin steingjast, meðan arbeiðið varð gjørt. Tað tók tí longri tíð at umvæla hetta brekið, enn tað vanliga tekur at umvæla líknandi brek fram við landsvegi.

Flestu FM-sendarar hjá KVF i økinum fáa sítt samband gjøgnum kaðalin, men sendarin á Eysturhøvda var virkin, tí hesin fær samband gjøgnum luftina frá sendaranum á Húsareyni. Sendarin á Eysturhøvda hoyrist í parti av økinum, sum annars lá uttan samband, tó var neyðugt hjá fólki at finna sendaran á einum øðrum frekvensi. Millumbylgjusendarin hjá KVF var eisini virkin, og hesin hoyrist eisini í parti av økinum.

Iridium-telefonir, sum virka umvegis fylgisvein, eru uppsettar í bygningunum hjá Føroya Tele samtakinum í Kirkju og á Svínoynni, og ávís fólk, sum búgva á hesum økjum, hava atgongd til hesar telefonir í neyðstøðu.

Samanumtikið kann sigast, at óheppið samanfall av veðri og vánaligum arbeiðsumstøðum vóru orsøk til, at bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin, mistu sambandið nakrar tímar 30. desember 2022. Tá ið samanum kom, varð brekið umvælt og fipurkaðalin er tyrvdur soleiðis, at brekið ikki kann henda aftur.

Svar til spurning 2
Kann sama brek henda aftur?

Fyri at fyribyrgja, at brekið hendir aftur, varð arbeiði lagt í at gera eina betri loysn fyri økið. Hetta bleiv gjørt soleiðis, at tá ið brekið á fipurkaðalin varð umvælt, varð kaðalin grivin niður (30 cm). Við hinar tríggjar tunnilsmunnarnar verður kaðalin tryggjaður á sama hátt, soleiðis at líknandi skaði ikki hendir í økinum aftur.

Tað er av týdningin at finna loysnir, ið framtíðartryggja økini. Tað er umfatandi arbeiði at fáa kaðlarnar at liggja betri við verandi umstøðum. Nú nýggir tunlar verða gjørdir Norður um Fjall, leggur NET nýggjar kaðalar gjøgnum teir. Arbeiðið verður gjørt soleiðis, at tveir kaðlar verða lagdir yvir alt strekkið, soleiðis, at ein kaðal liggur á hvør sínari síðu av vegnum í tunlinum og vegnum uttanfyri. Hetta minkar munandi um vandan fyri, at alt samband er óvirkið yvir hetta strekkið.

Svar til spurning 3
Er tað aðrastaðni í landinum, at brek á ein einsamallan kaðal kann kvetta alt samband við umheimin?

Heilt síðani 1994 hevur eitt áhaldandi arbeiði verið í gongd við at fáa ringnet runt landið, soleiðis at størri partar av landinum ikki liggja uttan samband. Eitt ringnet merkir, at mann tryggjar økir við redundansi soleiðis, at um samband fer í einum øki, so kann ein onnur leið til samband taka yvir.

Ringnetið verður í mestan mun bygt út fram við landsvegum, tí kaðlarnir tá liggja trygt og eru lætt atkomuligir, um neyðugt er at gera ábøtur.

Tað eru aðrastaðni runt landið, at veiting av breiðbandi, fastneti og fartelefoni eru tengd av einstakari kaðalframføring. Ávísar bygdir og økir í Føroyum hava bara eitt samband til restina av landinum, men í flestum førum er soleiðis tryggjað, at skjótt ber til at umvæla ein møguligan skaða. Á onkrum plássum, har bert ein farleið er til økið, er eisini bert ein kaðalleiðing til økið. Undantøk eru tó, tí fipurkaðlar í summun pørtum av landinum eisini eru grivnir gjøgnum haga millum økir.

Summi pláss fáa ikki fjarskiftissamband gjøgnum kaðalar, men gjøgnum mikrobylgju-radiosamband.

Í onkrum førum eru bæði kaðal- og radiosamband, soleiðis at radiosamband verður brúkt sum tiltakssamband, um kaðalin fær brek.

Samanumtikið kann sigast, at stóra arbeiðið seinastu árini tryggjar, at tað er sera avmarkað við økjum, har tað ikki er skjótt at umvæla eitt møguligt brek í einari líknandi støðu, sum hendi við bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin.

Svar til spurning 4
Er tað møguligt, at alt landið missir sambandið við umheimin, um ein einsamallur kaðal fær brek í miðstaðarøkinum?

Sum umrøtt í spurningi 3, er høvuðskaðalnetið í Føroyum væl tryggjað við ringsambondum bæði á sjógvi og landi, eins og við mikrobylgju-radiosambandi. Fleiri sambond eru eisini við umheimin við millumlandasjókaðlum - bæði mótvegis Bretlandi, Íslandi og Danmark. Tí eru smá sannlíkindi fyri, at eitt einsamalt kaðalbrek í miðastaðarøkinum ella á sjókaðalar millum lond kann hava við sær, at landið missir sambandið við umheimin.

Svar til spurning 5
Hvussu kann ein slík støða fyribyrgjast?

Føroya Tele samtakið hevur áhaldandi fokus á at tryggja og reka eitt so trygt og støðugt fjarskiftisnet sum tilber. Hetta merkir, at runt landið verður støðugt arbeitt við at tryggja eitt so robust fjarskiftisnet sum gjørligt, soleiðis at eitt einstakt brek ongantíð leggur stórar partar lamið. Hetta merkir eisini, at stórt arbeiði verður lagt í at byggja fipur út um alt landið fyri at tryggja sambandið og fyribyrgja støður, sum tann, ið hendi við bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin. Hetta inniber eitt nú, at tá ið nýggir tunlar og landsvegir verða bygdir ella umvældir, er Føroya Tele samtakið við tíðliga í tilgongdini soleiðis, at nýggj kaðalsambond kunnu gerast samstundis.

Sum aðalmál verður miðjað eftir, at øll tøkni og allar skipanir, ið Føroya Tele samtakið samansetur og rekur, skulu tola einstøk brek uttan at ávirka veitingina. Í hesum samanbandi kunnu millum annað nevnast átøk, sum:

• Øll øki runt landið hava vanliga atgongd til fjarskiftistænasturnar fartelefoni, breiðband og fastnetstelefoni. Er ein av hesum óvirkin, kann í flestum førum samskiftast við hinum tænastunum.

• Flestu øki hava dekning av fleiri fartelefoni-antennum soleiðis, at um brek er á einum øki, so verður hetta dekkað av øðrum antennum.

• Við nýggja farnetinum hjá Føroya Tele samtakinum er nóg mikið av kapasiteti á hvørji fartelefonstøð, soleiðis at hesar megna at bera ferðsluna frá øðrum økjum.

• Fyri at tryggja samskifti, tá ið elveitiningin svíkir, er tiltaksstreymur settur upp á øllum fartelefonstøðunum. Miðjað verður eftir at hava tiltaksstreym á øllum støðum til í minsta lagi 4 tímar.

Umframt omanfyrinevndu trygdartiltøk, kunnu hesi umhugsast í samráð við viðkomandi kommunur og tilbúgvingina:

• Føroya Tele samtakið kann longu í dag bjóða samskiftistænastur umvegis fylgissvein, sum millum annað verða brúktar umborð á skipum umframt, at tær eru tøkar í ávísum bygninum hjá Føroya Tele samtakinum runt landið. Arbeitt verður við at kanna møguleikar, sum økja enn meira um veitingartrygdina.

Svar til spurning 6
Hvat kostar tað at fyribyrgja slíkum breki?

Føroya Tele samtakið hevur gjøgnum seinastu mongu árini lagt stórar íløgur í at byggja fjarskiftiskjarnunetið í Føroyum. Verkætlanirnar, Fipur til Heimið og 5G, eru væl í gongd og eru við til at breiða út og nútímansgera fjarskiftisnetið runt landið. Aftrat hesum íløgum, verða áleið 10-20 milliónir krónur árliga brúktar til áhaldandi at tryggja, at fjarskiftiskjarnunetið er sett saman av redundantum tøkniligum loysnum.

Svar til spurning 7
Hvør er tilbúgvingin í slíkari støðu, har allar vanligar “samskiftislinjur” eru óvirknar?

Føroya Tele samtakið leggur dent á at byggja út og tryggja allar mannagongdir fyri tilbúgving soleiðis, at minst møguligt verður merkt til møguligt brek, ella at økir eru uttan samband.

Tilbúgvingin hjá samtakinum er, at um ein kaðal, farnetsantenna ella onnur útgerð fær brek, verður útgerðin umvæld skjótast gjørligt, ella so skjótt umstøðurnar loyva tí. Tað kunnu vera umstøður, so sum veður og fysiskir skaðar, ið kunnu hava við sær, at tað er trupult at gera umvælingina beinanvegin, men øll orka verður løgd í at fáa tilbúgvingina setta soleiðis saman, at brek verða loyst sum skjótast.

Svar til spurning 8
Hava eitt nú løgreglan, sjúkrabilurin og sløkkiliðið nakra alternativa “samskiftislinju” tá ein slíkur kaðal fær brek?

Tilbúgvingin hjá løgregluni, sjúkrabilum og sløkkiliðnum hevur, so vítt vit vita, onga alternativa samskiftislinju, tá ið eitt brek hendir sum tað, ið hendi, tá ið bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin, mistu sambandið 30. desember 2022.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er samskipandi myndugleiki fyri tilbúgving. Stovnurin metir yvirskipað, at tað er ónøktandi, at eitt brek á ein kaðal kann verða atvoldin til, at ein stórur partur av norðurøkinum missir (nærum) allar samskiftismøguleikar við restina av landinum og umheimin sum heild. Samskifti er av alstórum týdningi í einari tilbúgvingarstøðu, bæði í mun til teir aktivu partarnar í tilbúgvingini og ikki minst í mun til kunning og samskifti við borgaran.

Upplýst verður at tilbúgvingarleiðarin í Klaksvíkar kommunu, sum eisini er tilbúgvingarleiðari í norðurøkinum, fyriskipar í komandi viku ein eftirmetingarfund, har hendingin 30. desember 2022 verður umrødd og viðgjørd av øllum viðkomandi pørtum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kemur at luttaka á hesum eftirmetingarfundi, ið m.a. hevur til endamáls at fáa staðfest, hvørt tað er neyðugt, ella í hvønn mun tað er neyðugt, at gera ábøtur og fremja broytingar ella alternativa loysnir á verandi samskiftiskervið við atlit til samskifti í einari tilbúgvingarstøðu.

Tá eftirmetingarfundurin hevur verið, fer Arbeiðs- og brunaeftirlitið at hava eina betri fatan av, hvørjar avleiðingarnar vóru og ikki minst, kundu havt verið, um samanfall hevði verið millum eina veruliga tilbúgvingarstøðu og manglandi samskiftismøguleikarnir.

Samanumtikið má eg staðfesta, at óheppið samanfall av veðri og vánaligum arbeiðsumstøðum vóru orsøk til, at bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin, mistu sambandið nakrar tímar 30. desember 2022. Hetta er ein ónøktandi støða, og tað er tí neyðugt, at vit áhaldandi hava fokus á at tað runt landið støðugt verður arbeitt við at tryggja eitt so robust fjarskiftisnet sum gjørligt, soleiðis at eitt einstakt brek ongantíð leggur stórar partar lamið.

Løgmálaráðið, 23. januar 2023
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo