Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á fólkatingi hava Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg givið til kennar, at tey halda, at Føroyar skulu gevast við at fiska í Barentshavinum. Tað hava tey sjálvandi rætt til at halda, men er hetta at tæna føroyskum áhugamálum?

Fakta er, at Danmark framvegis hevur stóran samhandil við Rusland, bæði tá ið ræður um innflutning og útflutning.

Vit síggja eisini í kanning gjørd í desember 2022, at tað framvegis eru fá donsk virki við aktivitetum í Ruslandi, sum hava stongt ella selt hesi.

Kanningin sigur, at samlað sæð hava øll G7- og EU-londini einans stongt ella selt 8,5% av teimun feløgunum, sum tey eiga í Russlandi. Av 1.404 feløgum eru einans 120 stongd ella seld.

Sostætt er framvegis stórur samhandil við Russland, og tað eru feløg úr øllum G7- og EU-londunum, sum luttaka í hesum samhandlinum.

Altjóða stovnar sum ST, WHO, umframt nógvir statsleiðarar, hava heitt á øll heimsins lond um at halda fast við framleiðslu og flutning av matvørum. Orsøkin er, at tað rakar ósek menniskju, um veitingin av matvørum steðgar.

Føroyska samstarvið við Russland er beinleiðis framleiðsla og flutningur av matvørum. Vit eiga tí at halda fast um okkara samstarv.

Føroyingar og føroysk reiðarí hava í áratíggju bygt upp eina lønandi vinnu grundaða á tilfeingið í Barentshavinum. Hetta eiga vit at halda fast við og ikki tveita burtur, bæði fyri okkara egnu skyld, og tí hetta er til gagns fyri menniskju úti í heimi.

Russarar hava, í størri mun enn vit sjálvi megna, fingið fisk, ið tey hava fiskað undir Føroyum, framleiddan til matvøru. Tí gevur hetta samstarvið fyrimunir fyri báðar partar.

Í grein hjá Sjúrða Skaale verður sagt: “Og so eru nógvir fiskimenn, sum siga, at russar fiska nógv meir enn tað, teir hava rætt til sambært avtaluni. Hvat sigur Vørn til tað? Vørn sigur, at teirra eftirlit við russisku skipunum als, als ikki er nøktandi. “

Eg má bara staðfesta, at nú situr Javnaðarflokkurin við valdinum í Føroyum (flokkurin hjá Sjúrði Skaale). Spennandi verður at síggja, hvussu nógv teir ætla at styrka eftirlitið, men tað síggja vit, tá fíggjarlógin vónandi kemur í Løgtingið um ikki so langa tíð.

Árni Skaale, Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo