Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

HUXA: Á hvørjum ári verður nýggj nevnd vald í Huxa, ið er ungamannafelagið hjá fólkaflokkinum. Nýggja nevndin varð vald á landsfundi ungmannafelagsins og skipað á nevndarfundi 25. januar 2023.

Nevndin takkar Tummasi Jóhan Í Djónastovu fyri megnar arbeiðið, ið hann hevur gjørt fyri Huxa í mong ár. Huxa var óvirkið, men Tummas fekk ungmannafelagið virkið aftur, og tað eru vit í dag sera takksom fyri. Hansara partur liggur ikki eftir.

Somuleiðis ynskja vit enn einaferð at takka Erlingi Mørkøre og Teiti Friduson Andreasen fyri stóra og góða arbeiðið teir hava gjørt fyri Huxa.
 
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Rói Johannesen, formaður
Jessica Cazabon Celibashi, næstforkvinna
Rúni Hammer, kassameistari
Maria Müller, skrivari
Naomi Pauladóttir Olsen, nevndarlimur
Tiltakslimir:
Eyðstein Zachariasen
Oddur Norðberg
Fríði Leivsgarð
John Bærendsen

Nevndin fegnast um, at fleri limir leggjast afturat og fer beinleiðis til verka. Huxa fer at halda fram við at upplýsa og savna ein borgarligan ungdóm, til frama fyri eina borgarliga framtíð í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo