Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Um oljuleiting í føroyskum øki

Spurningar:
1. Fer samgongan í framtíðini at loyva oljuleiting í føroyskum øki?

2. Um ja, hevur samgongan so ætlanir um at gera nakað aktivt fyri at fáa oljufeløg at koma hendanvegin fyri at leita eftir olju í føroyskum øki?

Viðmerkingar:
Sigast má, at allur vesturheimurin er í orkukreppu og prísirnir eru ovurhonds høgir, og onki bendir á, at støðan fer at batna.

Samgongan hevur onki skrivað í samgonguskjalið um oljuleiting, so vit vita ikki, hvat samgongan ætlar á hesum økinum, ella um nøkur semja er um oljuleiting.

Hesin fyrispurningur verður settur fyri at vita, hvat Føroyar gera í hesum átrokandi máli.

Tað verður mest tosað um umlegging til varandi orkukeldur, og tað er skilagott.

Vit mugu tó ásanna, at heimurin fer at vera bundin av olju í nógv ár fram, og tørvurin á orku er vaksandi. Norra hevur tikið avleiðingarnar og fer at seta rættiliga ferð á oljuleiting, og Bretland hevur eisini skrúvað upp fyri oljuleiting. Týskland hevur trupulleikar av orkumangli og fer nú aftur at víðka um kolavinnuna, so har eru stórar avbjóðingar.

Londini rundan um okkum hava sæð álvaran og handla. Og spurningurin er, hvat gera vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Europa úr orkukreppuni.

Á Løgtingi, 18. januar 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo