Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað fellur fleiri í Danmark fyri bróstið, at ætlanirnar um at avtaka dýra biðidag ikki viðvíkja Føroyum og Grønlandi.

Jyllandsposturin ger nógv burturúr, og hevur fingið kirkjumálaráðharran, Louise Schack Elholm at vátta, at hetta veruliga er støðan.

Spurd um hon heldur hetta vera rímuligt, tá ein stórur partur av meirinntøkuni, sum danski landskassin fær, júst skulu brúkast til verjumál í Føroyum og Grønlandi, sigur hon, at hon ikki hevur nakra viðmerking. Men hon vísir bara á, at hesir partarnir av ríkisfelagsskapinum sjálvir gera av, nær teir hava sínar heiligdagar.

Men Søren Espersen úr Danmarksdemokratunum kallar tað "virkelig forfærdeligt" og Morten Messerschmidt úr Danska Fólkaflokkinum sigur seg vera ørkymlaðan.

Jyllandsposturin hevur eisini spurt Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við ábyrgd av málsøkinum, og hon váttar, at føroyingar ikki fara at avtaka dýra biðidag og er annars endurgivin fyri at siga, at hon heldur tað vera løgið at fíggja kríggj við at avtaka ein heiligdag.

Professari í teologi við Aarhus Universitet, Peter Lodberg,  sigur, at hetta er enn eitt tekin um, at munurin á kirkjunum í ríkisfelagsskapinum veksur, og hann kallar hendingina fyri søguliga.

Dýri biðidagur var settur í gildi við kongligari fyriskipan í 1686. Umframt í Danmark, Føroyum og Grønlandi verður hann eisini hildin í Noregi, sum tá var partur av Danmark.

Ein lesari hevur sent VP hesa kunningina:

Á vp.fo stendur, at Dýri Biðjidagur eisini verður hildin í Noregi. Men hesin dagurin verður tó í Noregi ikki longur hildin ein "gerandisdag", men verður í dag hildin ein vanligan sunnudag, og kalla tey hendan sunnudagin fyri "Bots- og Bededag". Og hesin sunnudagur liggur sunnudagin fyri Allahalgannardag. Og í Noregi er Allahalgannardagur eisini ein sunnudagur; fyrsta sunnudag í november mánað.

Av tí at Noreg var í ríki saman við Danmark, so bleiv Dýri Biðjidagur (Store Bededag) eisini innførdur í Noregi í 1686, eins og í Danmark.

Eftir at Noreg ikki longur var í ríki saman við Danmark, valdu normenn fyrst at flyta Dýra Biðjudag til fríggjadagin innan Allahalgannadag. Og í 1950 valdu normenn at broyta og flyta Dýra Biðjudag til ein vanligan sunnudag - sum er sunnudagin fyri Allahalgunnarsunnudag. Hesin sunnudagur eitur nú í Noregi "Bots- og Bededag".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo