Siloa: Sum undanfarnu mongu árini bjóðar Siloakórið í Fuglafirði til eina jólaliga sangløtu!
Jólasangløtan verður mikukvøldið 18. des. kl. 20 í Siloa.
Á skránni eru bæði gamlir og nýggir jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum – og frálíkum solorøddum og undirspæli.
Okkurt tónleikastykki verður eisini at hoyra, og felagssangur er somuleiðis á skránni.
Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
Aftaná verður ein drekkamuður at fáa - og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo