Mótmælini halda fram í Georgia eftir at tjóðartingið leygardagin valdi tann antivesturhalla Mikheil Kavelasjvili sum nýggjan forseta í landinum.
Andstøðan fordømir valið, sigur tað er ólógligt og sigur at sitandi forsetin, tann ES-vinarliga Salome Zurabisjvili, er landsins lógligi leiðari, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo