Íslendski sangarin og undirhaldarin Geir Ólafsson hevur endurinnspælt gamla slagaran "Jólamaðurin kemur í kvøld". Í hesum sambandi hevur hann eisini spælt inn eitt spildurnýtt sjónbandalag, ið er upptikið í gomlu Havnini.
Geir er ein íslendskur sangari og undirhaldari, í Føroyum er hann best kendur fyri fyrru útgávuna av "Jólamaðurin kemur í kvøld", sum varð spæld inn sum ein tøkk fyri hjálpina, ið Føroyar veitti íslendingum í fíggjarkreppuni.
Geir Ólafsson er tiltikin fyri sín karismatiska framførslustíl og tónleik, sum ofta blandar popp, rokk, siðbundnar íslendskar sangir og enntá italskar ariur.
Upprunaliga útgávan varð gjørd í samstarvi við Elis Poulsen sála.
Á nýggju útgávuni er tónleikurin innspældur og lagdur til rættis av víðagitna Don Randi í Los Angeles. Songrøddin er upptikin av Finni Hansen í Havn. Tey sum spæla við eru: Tom Brechtlein, á trummum, Chris Roy á bassi, John Depatie á gittari, Don Randi á klaveri, Pete Korpela á slagverki, og røddina eigur Geir Ólafsson.
Nudlavirkið hevur gjørt sjónbandalagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo