Ein semja er nú gjørd í málinum ímillum ABC News og upplesaran har, George Stephanopoulos, og so nývalda forsetan Donald Trump í einum máli um útspilling. Donald Trump skal hava 15 mió dollarar, tað er góðar 100 mió kr, í endurgjaldi.
George Stephanopoulos segði í eini sending, at Donald Trump var funnin sekur í neyðtøku. Men tað er ikki rætt, tí tað sum Donald Trump í 2023 var funnin sekur í var kynslig misnýtsla, og tað er ikki tað sama. Donald Trump kendi seg ærumeiddan og stevndi.
Og nú er semja so gjørd. Pengarnir skulu brúkast til eitt savn sum skal byggjast til heiður fyri Donald Trump.
ABC News og George Stephanopoulos skulu eisini biðja um almenna umbering fyri mistakið, skrivar Ritzau.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo