Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Granskingarráðið: Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan fer at leggja fram ársfrágreiðing sína fyri 2023 í Smæruni í Havn í dag, mánadagin 16. desember, klokkan 14.00-16.00. Framløgutiltakið er alment. 

Ársfrágreiðingin er fyrsta frágreiðing hjá Ráðnum, sum byggir á nýggj hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur fimm tilmælir um, hvussu gransking, menning og nýskapan kann mennast. Millum annað verður mælt til, at løgtingið økir stuðulin til gransking munandi og ásetir karmar fyri hægri almennum stuðli. Eisini mælir Ráðið til, at landsstýrið mennir eina heildarstrategi fyri nýskapan og setir í verk átøk, ið kunnu stimbra nýskapan, herundir skattafyrimunir til nýskapandi fyritøkur.

Skrá

14.00               Vælkomin – Granskingarráðið
Framløga av frágreiðing – Tórheðin J. Jensen, formaður

14.30                 Sofaprát um nýskapan
Ben Arabo, stjóri í Framtaki
Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

15.00               Kaffisteðgur

15.15               Pallborðsfundur um karmar fyri gransking, menning og nýskapan
Poul Geert Hansen, aðalstjóri fyri granskingarmálum
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum
Árni Skaale, fyrrv. landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini

Orðstýrari: Dagmar Joensen-Næs

15.50               Samanumtøka  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo