Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Sjúrður Hammer, adjungeraður granskari á Setrinum er sera stúrin, nú hann saman við royndu fuglafrøðingunum Ivani Olsen, Jesper Sonne og Lars Dinesen hevur gjørt og útgivið nýggja kanning av sjó- og heimafuglastovnunum í Skúgvoy.

- Fyrisitingin av okkara sjófugli hevur verið vanlukkulig, og tað er mín hugsan, at veiðibann í stundini eigur at setast fyri havhest, ritu og kjógva. Stovnarnir eru minkaðir við ávikavist 89, 87 og 84 prosentum seinastu 20 árini, so við hesi ferðini er stórur vandi fyri, at hesi trý fuglasløgini doyggja út í Føroyum næstu 20 árini, sigur hann.   

- Hóast vit siga í niðurstøðuni, at afturgongdin í sjófuglastovnunum í høvuðsheitum stendst av føðslutroti, so er eitt stórt "men". Tí tað er merkisvert, at tann einasti sjófuglurin, sum ikki gongur ógvusliga aftur, er teistin, sum samstundis er tann einasti sjófuglurin, ið ikki er loyvt av veiða, sigur granskarin.

Fuglateljingar hava verið gjørdar umleið 20. hvørt ár í Skúgvoy eftir føstum leisti, og tær byggja á teljing, sum Anders Holm Joensen gjørdi í 1961, á landsteljingina í 1981, sum Dorete Bloch samskipaði, og eisini á sjófuglateljingina, sum Jan Dyck og Hans Meltofte løgdu fyri við í 1972.   

Greinin um nýggju kanningina endar við at leggja dent á týdningin av støðugt at hava slíkar teljingar, tí tað forðar fyri, at vit ikki varnast broytingar, sum henda so líðandi yvir longri tíðarskeið.

Lesið greinina her.

Granskararnir hava eisini gjørt eitt ískoyti til greinina við eyka tilfari, sum teir hava fingið til vega við at spyrja skúvoyingar og staðkend um, hvat tey halda um fuglalívið, og hvussu tað er broytt.

Ískoytistilfari kann lesast undir greinini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo