Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Forkvinnan í Miðlastuðulsnevndini legði frá sær í 2023 og var grundgevingin tá, at lógin um miðlastuðul var broytt, uttan at neyðugur umsitingarligur stuðul til nevndararbeiðið var veittur.

Arbeiðsbyrðan var ov stór.

Og líkt er til at grundgevingin hjá formanninum sum kom eftir hana, Janus Haraldsen, og sum nú hevur lagt frá sær, er tann sama.

Í skrivinum, sum VP hevur fingið innlit í, har fyrrverandi formaðurin, Janus Haraldsen, boðar frá at hann leggur frá sær, sigur hann millum annað soleiðis:

- Orsøkin er, at eg eftir longri umhugsanartíð samanumtikið ikki meti meg hava umstøður at røkja sessin á fullgóðan hátt.

- Serliga er tað dagliga umsitingin av málsøkinum hjá nevndini, sum tað hevur víst seg ov torført at skipa á ein eftir mínum tykki nøktandi hátt undir verandi regluverki og kørmum.

- Samskift hevur verið við ráðið um hesar avbjóðingar í sambandi við mína tilnevning á sumri 2023 og í ymsum høpi seinni. Ráðið gjørdi síðani tær tillagingar, sum man metti seg hava heimild og umsitingarliga orku til.

- Tað skal eg sjálvandi kvitta fyri, men nú nakað er fráliðið má eg staðfesta, at tað tíverri ikki hevur borið í sær nóg munagóðar batar. Tí hesa fráboðan.

- Tað er sum vera man avbjóðandi at finna eina lagaliga løtu til eina slíka fráboðan, tá ið tað altíð eru virkin mál og fyrispurningar, ið krevja viðgerð.

- Eg havi mett, at rætta tíðin er nú, tá kravdu stuðulsumførini við lønar- og verkætlanarstuðli eru avgreidd og skrivliga frágreiðingin fyri árið er latin úr hondum.

- Sum skilst er eisini ætlanin at broyta stuðulsleistin komandi ár, og eg meti tað rættast, at eitt nýtt forfólk fær høvi at leggja nýggjar mannagongdir o.a. til rættis fyri málsviðgerðina hjá nevndini frameftir, sigur Janus Haraldsen í fráboðanini til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo