Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: “Inkluderandi útbúgving sum mannarættindi hjá tilflytaranæmingum í føroyska fólkaskúlanum – ein kanning grundað á føroysk útbúgvingarskjøl og føroyska gransking á økinum".

Hetta er heitið á nýggjari javnlíkamettari grein, sum Kalpana Vijayavarathan-R, granskari á Námsvísindadeildini, hevur latið út hondum, og sum er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum. 

Í greinini verður inklusjón sum mannarættindi hjá tilflytarabørnum í føroyska fólkaskúlanum kannað. Kanningin umfatar greining av útbúgvingarpolitiskum skjølum, viðkomandi almennum skjølum og føroyskari gransking um inkluderandi útbúgving fyri hesar tilflytaranæmingar.  Við støði í innihaldsgreiningum verður roynt at kanna, um politikkurin er sosialt grundaður, rættvísur og lýkur mannarættindakravið hjá tilflytarabørnum um rættvísa atgongd til útbúgving.

Politikkurin er eftirmettur við útgangsstøði í karminum um málstøðu (language orientation) (Ruiz, 1984) fyri at fáa støðuna hjá tilflytarabørnum fram í ljósmála.

Gransking, sum fevnir um føroyskan útbúgvingarpolitikk og inklusjón í útbúgving, er brúkt til at gera av, um hóskandi útbúgvingarmál er til taks hjá tilflytarabørnum at læra føroyskt, lúka læruúrtøkur og falla inn í samfelagið, samstundis sum tey varðveita sítt egna móðurmál og mentanina í upprunalandinum.

Úrslitini benda á, at sjónarmiðið um, at málið er trupulleikin (language-as-problem), er ráðandi, og tá tað verður sett í verk uttan fyrilit fyri mannarættindastøðuni hjá børnunum, so kunnu integrasjónstrupulleikar stinga seg upp og tarna møguleikunum at gerast fullgyldugir limir í føroyska samfelagnum. 

Lesið greinina her.

Lesið alla serútgávina av Fróðskaparriti um menniskjarættindi her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo