Í morgin, mánadagin, minkar vindurin sum frá líður niður í frískan vind vestaneftir, tað verður ælaveður men eisini onkur sólglotti og hitin um 6 stig.
Týsdagin fyrst gul vestaneftir, seinni av eystri, tað verður eitt sindur kaldari, um 4 stig og okkurt æli kemur eisini.
Mikudagin verður samregn, sum móti kvøldi blívur til vátasletting ella kava. Strúkur í vindi ella skrið av útnyrðingi, og tað kølnar, úr 7 stigum mitt um dagin niður í eini 3 stig tá tað nærkast midnátt.
Hósdagin fyrst skrið ella stormur høgt, men sum dagurin líður minkar vindurin, kavaæl gjøgnum dagin men eisini sólglottar, og hitin um 3 stig.
Fríggjadagin lot ella frískt lot av eystri, samdrigið, og hitin beint omanfyri frostmarkið.
Næsta vikuskiftið aftur sera umleypandi veður, gott veður leygardagin men hvassur vindur ella skrið vestaneftir sunnudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo