Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Neistin: Neistagentur og -dreingir undir 8 ár eru blivin partur av, “Hey-liðnum”, sum er eitt danskt initiativ undir Hej fonden. Endamálið er at arbeiða við tí góða venjingarumhvørvinum og sosiala felagsskapinum. Á Hey-liðnum eru lið úr øllum Danmark, og nú eisini úr Føroyum, og umboðar børn í øllum aldri.

Vit í Neistanum eru ógvuliga errin av, at fólkini í Hej-fonden halda, at tað arbeiði, sum vit gera í Neistanum, og tey virði, sum vit altíð royna at stevna fram ímóti, sameinast við teirra.

Sum partur av “Hey-liðnum”, sigur man “ja” til trivnað og samanhald og “nei” til happing. Grundhugsanin er, at við sterkum barnafelagsskapum kunnu vit fyribyrgja og minka um útihýsing og happing.

Á “Hey-liðnum” hugsavna vit okkum um at arbeiða við felagsskapinum – bæði á og uttanfyri vøllin. Børn eru børn, og tað eru tey vaksnu, venjarar og foreldur, sum hava ábyrgdina av, at børnini kenna seg væl til hondbólt, og at umhvørvið kennist trygt og gott.

Neistin er fyrsta og einasta føroyska felagið, sum er við á Hey-liðnum, og vit halda, at okkara børn og teirra fantastisku foreldur koma at verða heilt góðir ambassadørar fyri okkum.

Millum kendastu ambassadørar á Hey-liðnum, eru Mikkel Hansen, Mattias Gidsel og Mia Højlund. Tey ganga á odda, og tey eru spent um, at Føroyar nú eisini eru við.

Av tí, at vit búgva í Føroyum, hava vit ikki møguleikar at luttaka á “Hey-camps”, sum tey skipa fyri, og tað er ikki líka lætt hjá okkum at fáa vitjanir, sum tey donsku liðini fáa. Neistin er tó í sambandi við leiðsluna í Hej-fonden, og arbeiðir við einum alternativum samstarvi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo