Jóhannus Joensen, samgongulimur, spurdi Ruth Vang um tað sum var tikið frá fólkaskúlanum kundi koma aftur á fíggjarlógina undir 3. viðgerð.
Men Ruth Vang svaraði at "sjálv haldi eg fólkaskúlin er eitt av teimum vælferðarøkjunum, har sum tað er stórt potentiali fyri at spara pengar."
Hetta fall ikki í góða jørð hjá fleiri av teimum sum tóku orðið eftir tað, millum annað Bárður á Lakjuni og Bárður á Steig Nielsen, so Ruth Vang mátti taka orðið aftur og biðja um umbering.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo