Formaðurin í Miðlastuðulsnevndini, Janus Haraldsen, hevur lagt frá sær, váttar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fyri VP.
Nýggj miðlastuðulsnevnd varð vald í september í 2023. Runa Preeti varð vald sambært tilnevning frá Fróðskaparsetri Føroya, John Johannessen varð valdur sambært tilnevning frá Føroysk miðlafólk, og Janus Haraldsen varð valdur sum formaður sambært tilnevning frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum Føroya.
Varafólk teirra eru ávikavist Martin N. Simonsen, Sigrún Halldórsdóttir Brend, og Anna Rein.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo