FBF/Polestar-deildin: ÍF – SÍ 0-3 (17-25, 15-25, 28-30)
Eftir at Mjølnir í eina tíð hevur ligið á fyrstaplássinum í Polestar-deildini, er SÍ aftur á tindinum eftir samanumtikið lættan sigur á ÍF í dag, hóast ÍF hevði sjey settbóltar í triðja setti. Nú bæði tey fremstu liðini hava spælt átta dystir, er SÍ fremst við 21 stigum, tvey stig frammanfyri Mjølnir á øðrumplássi.
SÍ legði seg tíðliga í fyrsta setti greitt á odda og fór framum 14-7, og tann munurin helt sær restina av settinum, sum SÍ vann 25-17.
Heldur betur gekk hjá ÍF í øðrum setti, tó at tað endaði við størri muni enn í fyrsta settinum, tí ÍF helt tørn til 13-13, tá SÍ sleit seg leyst við at vinna sjey bóltar á rað og legði seg á odda 20-13. ÍF vann bara tvey stig aftrat, og soleiðis vann SÍ settið 25-15.
ÍF bjóðaði kortini veruliga av í triðja setti og spældi seg til ikki minni enn sjey settbóltar, men SÍ hóraði kortini undan hvørja einastu ferð og vann ístaðin 30-28. Tríggjar teir seinastu bóltarnar vann spælandi venjarin úr Póllandi, Mateusz Pazgan – tveir við smassji frá vinstra kanti og dystarbóltin við blokki.
Seinastu dystirnir í Polestar-deildini í hesum árinum verða spældir fríggjadagin og leygardagin, tá Mjølnir tekur ímóti ÍF (fríggjadagin) og SÍ tekur ímóti Fleyr (leygardagin). Lagt verður síðan aftur til brots 5. januar.
Støðan í Polestar-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 8 | 17 | 21 |
2 | Mjølnir | 8 | 12 | 19 |
3 | Fleyr | 8 | 0 | 11 |
4 | ÍF | 8 | -6 | 9 |
5 | Ternan | 8 | -23 | 0 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo