Tá eg setti meg at lurta eftir tíðindunum í Kringvarpinum, bleiv eg sera harmur, men so sanniliga eisini fegin um, at okkara almenni tíðindaberi vildi minnast ein av okkara heilt stóru innan føroyskt vinnulív, sum er farin.
Tað, at eg setti meg at skriva nøkur orð er, at eg longu heilt afturi í 90´unum kom at kenna Jákup Jacobsen – vanliga nevndur Dunga Jákup.
Eg minnist ein av fundunum, har eg var í arbeiðsørindum, at eg beit serliga merki í henda mannin, sum var stórur í stødd, men sera lítillátin og skemtingarsamur.
Hann kom eisini inn á hvør eg var, so tá eg nevndi meg eisini at vera bygningssnikkara, fekk hann eitt glimt í eygað, tí hann var eisini komin úr somu snikkaravinnuni.
Hetta gjørdi bara mína virðing fyri Jákupi enn størri, tí eg fór at hugsa fyri mær, at tað nú kanska er ikki so galið við eini upprunaligari handverkaraútbúgving.
Vit fingu eitt vinaband, sum eg var glaður fyri, tí eg havi altíð havt sera stóra virðing fyri tí, ið bæði hann og fleiri úr Gøtu hava fingið av skafti.
Jákup var ikki tann, sum setti seg sjálvan fremst, so tá eg plagdi at leggja leiðina inn á skrivstovuna í Gøtu, hevði hann nógv gott fólk um seg, sum hann eisini hevði tokka til.
Vit hava mist ein sera dugnaligan og viljasterkan vinnulívsmann, sum so sanniliga hevur lagt nógv eftir seg, sum mong húsarhald og einstaklingar hava notið gott av.
Er tað nakað, vit her á oyggjunum hava brúk fyri, so er tað júst slíkar sum Dunga Jákup, ið á so mangan hátt hevur víst vegin!
Takk fyri alt, góði Jákup, og hvíl í friði.
Fríðálvur A. Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo