Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Samráðingar ímillum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiveiðirættindi vóru í Oslo 2. desember og vóru endaliga avgreiddar á talgildum palli 17. desember.
Hóast munandi lækkingar eru í heildarkvotunum av toski og hýsu í Barentshavinum komandi ár eydnaðist at avmarka lækkingina í føroysku kvotunum fyri 2025.
Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi í 2025 verður 3.910 tons, sum er ein lækking á 10%. Kvoturnar av hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum eru óbroyttar í mun til í 2024, ávikavist 980 tons, 500 tons og 400 tons.
Í norsku kvotunum í føroyskum sjógvi er tað serliga makrelkvotan sum lækkar. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum í 2025, verður 5.150 tons, sum er ein lækking á 22%.
Bert smávegis tillagingar eru í norsku botnfiskakvotunum í føroyskum sjógvi í 2025. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 100 tonsum til 2.500 tons, og kvotan av brosmu verður 1.400 tons, sum er 100 tons hægri enn í 2024. Kvotan av øðrum fiskasløgum er óbroytt 600 tons.
Føroyar hava leingi havt eitt ynski um at kunna flyta alla toska- og hýsukvotuna, sum Føroyar hava í russiskum sjógvi, til norskan sjógv at fiska. Hetta fyri at hava møguleika at fiska botnfiskakvoturnar í Barentshavinum á teimum leiðum, sum lønar seg best tey ymisku tíðarskeiðini á árinum.
Nú Føroyar og Noreg hava gjørt semjur um fleiri týðandi fiskasløg, er eisini málið um yvirføring av kvotum loyst. Føroyar kunnu sostatt flyta alla ta føroysku toska- og hýsukvotuna í Russlandi í norskan sjógv at fiska í 2025. Talan er um samanlagt 8.445 tons, umframt hjáveiðu.
- Eg fegnist um avtaluna, og at føroyska botnfiskakvotan í norskum sjógvi í 2025 bert í avmarkaðan mun er ávirkað av stóru niðurgongdini í heildarkvotunum í Barentshavinum. Hetta munar væl í samlaðu nøgdini, sum skipini hava at fiska, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo