Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Gøtu Kirkju Ungdómskór: Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn, verður komandi sunnukvøld 23. desembur kl. 19.00. Hetta er samstundis einasta jólakonsertin í ár, har kórið syngur alla sína jólaskrá, sum er bæði fjølbroytt og áhugaverd. Til konsertina sleppa vit eisini at hoyra Gøtu Kirkju Barnakór syngja nakrar sangir, og eisini saman við ungdómskórinum.

At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi.
Temaðið í ár er "Jólanátt"  og skráin hjá kórinum hesaferð avspeglar tí eisini temaðið. Av skránni verður alt frá siðbundnum jólaløgum í eldri og nýggjari formi, til Pentatonix og víðari til Samiskan jólajoik framførd. So verð vælkomin til at seta dám á løtuna saman við kórinum.

Áhoyrararnir fáa sjálvandi eisini høvi til at luttaka aktivt gjøgnum felagssang, og eftir konsertina eru øll boðin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra acapella, hevur kórið eisini ljóðførið, klaver og orgul við til fleiri av sangunum/verkunum.

Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.

Møtir tú upp til ein hálvan tíma áðrenn konsertina, vilt tú blíva leidd/-ur inn í jólahugna, av Símun Hammer, sum fer at spæla eyðkend jólaverk, meðan kirkjan fyllast av áhoyrarum - vælkomin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo