Eg vil takka meirilutanum í Tórshavnar býráð, sum á býráðsfundi tórskvøldið samtykti at flyta Tjóðleikhúsið av Eystaru bryggju. Hetta er ein skilagóð avgerð, sum tryggjar, at útflutningsvinnan og stóra ferðslan á keiini kann halda fram ótarnað.
Sum eg havi víst á fyrr, so ferðast eini 500.000 fólk um árið á økinum kring farstøðina á Eystaru bryggju. Talan er um fólk, sum koma og fara við Smyrli, ferðandi við bussi, umframt ein ørgrynna av øðrum fólki, sum hava ørindi kring terminalin.
Aftrat tí er stóri útflutningurin, sum kemur úr Suðuroy, og sum verður umskipaður á keiini. Talan er um nógvar konteynarar, lastbilar og nógv onnur vinnulig útgerð, sum kemur við Smyrli dagliga.
Vandi var fyri, at alt hetta fór at verða blakað út í óvissuna. Men tíbetur vann vanligt vit og skil.
Tað var ein vælsignað avgerð, sum meirilutin tók í hesum máli.
Henrik Old, løgtingsmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo