Undir viðgerðini av fíggjarlógini á løgtingsfundinum í dag, nevndi Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, nøkur áhugaverd fíggjartøl:
- Frá 1998 til nú eru samlaðu útreiðslurnar á fíggjarlógini hækkaðar við 187 prosentum (úr 2,6 til 7,5 mia. krónur).
- Inntøkurnar eru í sama tíðarskeiði vaksnar við 140 prosentum (úr 3.094 mió. til 7.436 mió.).
- Bruttotjóðarúrtøkan var í 1998 7,4 mia. og nýggjastu tølini (fyri 2023) vísa, at hon var komin uppá 26,9 mia. So nú er bruttotjóðarúrtøkan helst ferfaldað síðani 1998.
- So í mun til bruttotjóðarúrtøkuna eru bæði inntøkur og útreiðslur nógv minkaðar.
- Í 1998 vóru útreiðslurnar 35,4% av bruttotjóðarúrtøkuni, og í fjør vóru tær 26,4% av bruttotjóðarúrtøkuni.
- Í 1998 vóru inntøkurnar 41,8% av bruttotjóðarúrtøkuni og í fjør vóru tær 25,6% av bruttotjóðarúrtøkuni. Útreiðslurnar eru sostatt vaksnar nógv meira enn inntøkurnar.
- Vit hava havt ein veldigan búskaparvøkstur, men eru farin frá einum avlopi sum var útvið hálva milliard (í 1999 var avlopið 648 mió. krónur) til nú at hava 120 mió. í halli.
- So tá onkur sigur, at ríkisveitingin er blivin ein so lítil partur av bruttotjóðarúrtøkuni, so eru í veruleikanum øll tølini á fíggjarlógini minkaði í mun til bruttotjóðarúrtøkuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo