Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjardagin var árliga lutakastið á Havstovuni um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið

Í dag klokkan 15 verður frumsýning av "What if it were me"

Hósdagin 21. novembur kl. 15, verður útgávutiltak í Tutl í Havn, har Beinir fer at spæla nøkur løg

Ein kunngerð verður nú broytt, so tað áliggur skúlastýrunum at áseta reglur, sum tálma nýtsluna av fartelefonum í skúlanum. Ein vegleiðing er gjørd, sum skúlastýrini kunnu halda seg til

Hon býr í Heiminum á Grønanesi, og har verður dagurin hildin millum klokkan 15 og 17

Felagsskapurin sum arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum vann í gjár PlanBørnefondens Pigepris 2024

Myndaðurin var inni á gólvinum, tá nýggi býráðsmeirilutin í Havn skipaði seg formliga í dag

Men tá tryggingarfólkini hugdu nærri eftir videoupptøkum av bjarnaálopinum, fóru tey at ivast, um tað veruliga var talan um eina bjørn

Á Frælsinum í gjár fekk Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, síðani kunning frá SNA um, hvussu tey hava lagt arbeiðið til rættis at gera heildarætlanina fyri umvælingina av bygninginum og útiøkini

Frá leygardegnum 16. november 2024 eru nýggir prísir og nýggjar upplatingartíðir galdandi fyri svimjing og fyri nýtslu av nýggja vælveruøkinum í Svimjihøllini í Gundadali

Dead Men Dancing sum Marita Thomsen hevur týtt úr Deydningar dansa á Sandi hevur fingið Petrona Award virðislønina

Norski leikstjórin Erik Poppe sum áður hevur gjørt Kongens valg, hevur nú gjørt film um illa lýdda norðmannin Vidkun Quisling, sum livdi árini frá 1887-1945

Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri arbeiði við føroyskum máli

Tónlistakvinnan handan fleiri av bestu løgunum í farna áratíggju luttekur á ársins konsertdegi. Ester er púra unik songkvinna, sum hevur serligar gávur at skriva góð og fangandi løg, og hetta sleppa vit at njóta á OY Voxbotn 2025

Nýggi íslendski filmurin, Missir, ið hevur altjóða heitið Epilogue, byggir á skaldsøgu, sum Guðbergur Bergsson (1932-2023) skrivaði í 2010

Fríggjadagin, frá kl. 15.00 til 17.00, verður framløga av nýggjari bók við heitinum ”Hann mær heldur fast”

Donald Trump hevur tilnevnt ríkmannin Elon Musk til ein av sínum tættastu ráðgevum. Og hesin ætlar ikki at liggja á boðunum

Sonja Winthereig fer at greiða frá bókini, sum er høvuðsritgerð hennara í MA-útbúgvingini í føroyskum

Kennur tú søguna um fyrsta kjøthandilin, hattahandilin hjá Minu Mortensen Wilhelm, havnakioskina hjá Bil-Óla, kioskina hjá Kathrinu Ziska, SMS og stóru heilsølurnar? Hetta eru bert nakrar av søgunum í bókini sum kemur út í næstum

Teir hava siglt í ávikavist 50 og 57 ár

Byrjað verður at senda beinleiðis úr studio kl. 15 við upptakt, samrøðum og greiningum, og frá kl. 19 fer sendingin í størri mun at snúgva seg um ítøkiligu úrslitini á valstøðunum kring landið

Í nýggju bókini "Veðursjúka 2" eftir Una Arge roynir høvuðspersónurin at skilja heimin og tilveruna í tí veðurbarda landinum. Hann leitar aftur í barndómin, tá tilveran var virkið útilív í ódn sum í logn, og ongin fitisótt gjørdi um seg millum børn og ung

Í august fekk Elin á Rógvi Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri barnaskaldsøguna Flytifuglar. Nú er hon komin við nýggjari barnaskaldsøgu ið leiðir lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við spenningi og sagnarverum

Bæði í Sunda kommunu og Sjóvar kommunu eru kvinnulistar gjørdir fyri at økja um kvinnuumboðanina í kommunustýrunum. Spennandi verður at síggja, um kvinnulistin sum amboð aftur fer at muna á kommunuvalinum í morgin 12. november

- Seinnapartin í dag varð boðið til føðiingardagshald í Skótahúsinum í Runavík, í sambandi við at Andrea Sofía Ragnhild Poulsen rundar tey 100 árini

…hmm…mundi frægari verða statt í verðini henda mánamorgunin ellivta november…í tí Harrans ári tjúguhundrað og fýra og tjúgu…um meirilutin av veljarunum vestanhavs høvdu valt Kamalu Harris á forsetavalinum farna týsdag

Á lítlari samkomu fríggjadagin varð handan í sambandi við, at Skótahjálpin 2024 er avgreidd

Kaldbaks kommuna legði saman við høvuðsstaðarkommununi í 1974 við endaligum gildi í 1976. Tá búði á Sundi, í Kaldbaksbotni og í Kaldbak undir 100 fólk, men í dag búgva um 250 fólk

Nýggj tøl vísa, at bara ein fimtingur av elstu miðnásmsskúlanæmingunum ætlar at útbúgva seg víðari í Føroyum. - Hetta eru sera døpur tøl, sigur rektarin á Setrinum, sum ikki heldur, Føroyar eru kappingarførar

Mánadagin hin 11. november fyllir Andrea Poulsen úr Saltangará 100 ár. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl. 16-19. Øll eru hjartaliga vælkomin

- Meðan vit liva í einum veruleika, sum politiskt enn er merktur og heftur av einum serstakliga trongum mentanar- og listasýni, hava vit lukkutíð eitt meira privatpersónligt vítt og aktivt uppsøkjandi mentanarsýni, sum av og á gevur okkum upplivingar, ið eru óvæntað sjáldsamar

Í kvøld, 10. nov kl. 19 verður skipað fyri valfundi í Eysturskúlanum

Her eru myndir frá First Lego League 2024 kappingini sum varð hildin í dag

Í Kollafirði stilla tvey upp til kommunuvalið í Tórshavn

Seinnapartin í gjár var samkoma í nýggju hádeildini hjá Sankta Frans skúla. Nógv fólk var komið saman og á skránni vóru røður og eisini framførdu næmingar úr Sankta Frans skúla

Føroyski FIRST LEGO League-endaleikurin verður í dag frá kl. 09.00 til 15.30 í Skúlanum á Fløtum, har 24 lið fara at kappast um at gerast føroyameistarar og møguleikan at umboða Føroyar í donsku finaluni

Fríggjakvøldið varð Varpið á tremur av fólki, sum í tveimum umførum vildu sleppa at hoyra býarbarnið, sangaran og orkesturleiðaran, Hall Joensen

Sermerktur bonkur settur upp á Reyða Torginum í Vestmanna. Á bonkinum stendur skrivað: Visti tú, at altsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum? Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar!

 

Stóri listamaðurin við kenslubornu røddini lovar eina ríka løtu við stórum felagssangi á Voxbotn OY2025

NOMEX og Faroe Music Export (FMX) frøast um at kunna bera tíðindini um, at FMX nú hevur fingið atknýttan limaskap í norðurlendska tónleikaútflutningssamstarvinum NOMEX

 

Í kvøld kl 20.00 fara Sámal Petersen, violin og Axel Freier, klaver úr Belgia at framføra 3 sonatir á konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Konsertin verður endurtikin í aulini í Finsen í morgin

Annar partur av Fólksins Rødd snýr seg um kommunuvalið. Sendingin verður send eftir Dag og Viku í kvøld, men parturin er longu tøkur á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya

- Endiliga er kommunuval aftur! Havi glett meg nú í fýra ár at gera mína demokratisku skyldu og seta krossin á røttu hill fyri aftur at seta meg í sofuna og bíða fýra ár aftrat, til demokratiska skyldan aftur kallar á meg

Sálarligur og likamligur harðskapur eru tæt knýttir og tað vísir seg, at likamligur harðskapur aloftast byrjar sum sálarligur harðskapur

The Room Next Door, sum just hevur vunnið Gyltu Leyvuna í Venezia, er fyrsti filmur á enskum, sum kendasti spanski leikstjóri, hin 75 ára gamli Oscarvinnarin Pedro Almodóvar, hevur gjørt

Gamla appin frá 2014 til Android telefonir er ikki longur tøk og tað er bara ein spurningur um tíð, til tað sama hendir við IOS

Føroyameistarakappingin fyri Blandað Pør varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin

Og longu nú ber til at melda til

Hóskvøldið 7. november kl 19:00 verður kveikjandi ferðavinnutiltak í Perluni, har sjóneykan verður sett á nýggjastu rákini í ferðavinnuni

Johnny Madsen er deyður 73 ára gamal. Tað upplýsur sonur hansara, Rasmus Madsen, á Facebook